3494.16 - Fysisk og biologisk havfrøði


Skeiðsnummar
3494.16
Heiti
Fysisk og biologisk havfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Til stakgreinalestur krevst, at hava staði fakini: “Jørð, hav og luft” og “Havlívfrøði 1”
Endamál
At geva eina lýsing av tí ávirkan, sum ymisk viðurskifti í havinum og veðurlagið hava á livandi verur og vistskipanir í havinum.
Innihald
Umstøðurnar hjá smáverum í havinum. Umstøðurnar í tí ovasta og blandaða lagnum á opnum havi. Feskvantstilføring og sjóvarfalsblanding á grunnum sjógvi. Uppráksøki. Frontar á grunnum sjógvi. Sjóvarfall, blanding og djúpar aldur. Lívið í stóru streymunum og í meldrum. Ávirkan av streymbroytingum. Veðurlagsbroytingar og lívið í havinum. Viðgerðin er heimsumfatandi, men serligur dentur verður lagdur á havleiðirnar kring Føroyar. Umframt at nýta lærubókina, skulu studentarnir eisini leggja fram úrslit frá vísindaligum greinum, so teir á tann hátt læra at lesa tílíkar greinar og harvið eisini fáa vitan um tað nýggjast, sum hendir á økinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, leggja fram útvaldar vísindaligar greinar og lata inn skrivligar samandráttir av greinunum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal studenturin: 1. Skilja tann grundleggjandi dynamikkin hjá vistskipanum í havinum og hvussu hesar virka. 2. Hava ognað sær vitan um bygnað og tillagingar hjá livandi verum í havinum, alt frá smáskala (mikrometrum) til heilt upp í fleiri túsund kilometrar frástøðu, so sum: diffusión, viskositet, meldrar og teir stóru havstreymarnar. 3. Skilja hvussu “bottom-up” og “top-down” prosessir ávirka dynamikkin í havsins vistskipanunum. 4. Skilja hvussu fysiskar og biologiskar prosessir kunna skifta ímillum ymisk øki, so sum ósar, firðir, landgrunnar og opið hav og skilja hvussu fysiskar prosessir ávirka livandi verur. 5. Skilja hvussu vistskipanir í havinum verða ávirkaðar av veðri, veðurlagsbroytingum og øðrum mannaelvdum viðurskiftum. 6. Duga at skina á, hvussu vit á skilagóðan hátt umsita okkara havtilfeingi.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka og framløga av umleið 4 vísindaligum greinum og skrivligum samandráttum av greinunum. Próvtal verður givið fyri hvørja framløgu. Miðal av hesum próvtølum telur 25% av samlaða próvtalinum og tann munnliga próvtøkan telur 75%
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Dynamics of Marine Ecosystems: Biological-Physical Interactions in the Ocean (2005). K.H. Mann & J.R.N. Lazier. 512 pages, Wiley-Blackwell. ISBN: 978-1-4051-1118-8. Harafturat eru einar 8 útvaldar vísindaligar greinarnar, sum tey lesandi skulu leggja fram, eisini pensum. Greinarnar liggja á Moodle sum pdf-fílur.
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen