3572.16 - Aling


Skeiðsnummar
3572.16
Heiti
Aling
ECTS
7,5
Fortreytir
Almenn og ólívrunnin evnafrøði (3512.16), Lívrunnin evnafrøði 3513.17), Jørð, hav og luft (3101.15).
Endamál
At veita grunnleggjandi, holla og breiða vitan um aling av fiski og tara frá gametum til gómagóðan og sunnan kost. Dentur verður lagdur á lýsing av umhvørvi, týðandi stig í ali- og sláturtilgongdini, fiskaheilsu, alilóggávu og alibúskapi í lívfrøðiligari burðardyggari aling.
Innihald
Sjógvur, hiti, ljós, streymur, alda, oxygen, modellering, kynbótaarbeiði, resirkulering, smoltframleiðsla, aling á sjónum, laksafóður og føðslufrøði, fiskaheilsa og sjúkur, smittuvandar, lús og avlúsingarhættir, reinsifiskar, rognkelsi, tøka, slátur, processering, pakking, flutningur, aliringar og alinótir, dálking, umhvørvisfyrilit, ali-búskapur og ali- lóggáva, lógir og kunngerðir. Aling av ymsum tarasløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning , ritvenjingar, hugakort og kanningarferðir til alivirki
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o Greiða frá vatnmassum, T-S diagrammum, hita- , streym- og aldumátingum, streymellipsum, sjóvarfalli, gáttfirðum, Corioliskraft og amfidromiskum økjum. o Umtala salinitet, ionir i sjógvi, evnisvekt, ljósviðurskifti og photosyntetiska aktiva geisling. o Røða um rognaframleiðslu fyrr og nú, genetisk útvald rogn, linjur, familjur og døgngradir. o Nágreina kynbótaarbeiði, DNA-grundaða kynssortering, QTL (Quantitative Trait Locus) vs GS (Genomic Selection), QTL-IPN (Infectious Pancreatic Necrosis) kanningar, PIT-merking (Passive Integrated Transponder - merking), smoltifisering, ljósstýring og strúking. o Umtala framferðarhættir í verandi smoltframleiðslu og kynbótaarbeiði. Siga frá genomiskari selektión (GS). o Greiða frá blommusekkja-ynguli, startfóðring, streymferð, vatntørvi, vatnkvaliteti og ljósi. o Lýsa profylaktisk tiltøk, koppseting, transport av yngli, smoltifiseringstilgongd, morfologiskar-, fysiologiskar-, hormonellar- og atferðarbroytingar. Greiða frá regulering av smoltificeringsprocessini. o Greiða frá umhvørvisdálking á botni, fóðurfaktori, fóður- og skarnsrestum, antibiotika, lúsatýningarevnum, kopari, zink, lívrunnum evnum, berievni hjá firði, oxygenkonsentratión, redox-potentiali, pH, ammonium, silicatum, phosphatum, sulfatum og methani á botni. o Umrøða spjaðing og søkkferð av føðurrestum og skarni, organiskt carbon í sedimenti, bioturbatión, resuspensión, eutrofiering, sensoriskar kanningar og dálkingarstøður. o Lýsa í stuttum ymisk alibúður og krøv til ringar, nótir, fortoyningar og akker í mun til streymviðurskifti. o Greiða frá veðri, vindi og streymviðurskiftum í og kring alibrúk og ávirkan á oxygenkoncentratión í sjónum. o Lýsa umsetning av oxygen í alibrúki, oxygentørv hjá fiski og atferð hjá óstrongdum og strongdum fiski. o Siga frá teldumodellum av útgerð og ráki hvør sær og saman. Umrøða týdningin av gróðurfríum nótum. o Greiða frá týðandi lívfrøðiligum tættum í samband við burðardygga aling av laksi á sjónum. o Røða um laksatøku, slátur, processering og pakking. Greiða frá deyðsstívleika (rigor mortis), strongd, gaping, blóðgingarskipanum, flakaframleiðslu, reinføri og góðskuhandbók. o Umrøða tara, tarasløg, mikroalgur, makroalgur, taranøring, taraframleiðsla, bioraffinering, vørumenning og IMTA (Integrated Multi-Trophic Aquaculture). o Umtal laksafóður,føðsluevni, sodning, sodningarleiðir og aktivan og passivan transport um kyknumembranar. o Greiða frá fiskaheilsu, sjúkum, soppum, virus, bakterium, protozoum, smittu og smittuspjaðing, logistikki av deyðum fiski og fyribyrging av sjúkum. o Røða um laksalús, nøring, óbeinleiðis og beinleiðis ávirkan á laks, strongd, immunverju, osmoregulering, matarlyst, deyðstíttleika, smittu, avlúsingarhættir, reinsifiskar, rognkelsi. o Greiða frá vatnendurnýtslu, lyklatølum fyri alikør, ammoniakk, nitrificering, denitrificering, hentum bakterium, ozon-viðgerð, COD (Chemical Oxygen Demand), sóttdrepandi UV-geisling og CO2 o Greiða frá alilógini, kunngerðum, reglugerðum, alipolitikki, alistøðum, aliøkjum, aliloyvum og almennum eftirlitsstovnum. o Røða um ali-búskap,lán, íløgur, marknað, sølu, høvuðslyklatøl so sum EBIT (Earnings Before Interest and Taxes), EBITDA (Earnings Before Interest and Taxes, Depreciation and Amortization) NIBD /EBITDA (Net Interest Bearing Debt/EBITDA) fíggjarstøðu, úrslit, skatt, effektivitet, lívfrøðiligan vanda, trygging og organiskan vøkstur.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka, varðandi 25 minuttir, í virðismettari skeiðsriterð. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er, at øll skeiðsavrik eru innlatin rættstundis til próvmetingar og mett staðin.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Vísindaligar greinar, kapitlar úr alíbókum og notur av ymsum slag
Ábyrgd
Hóraldur Joensen