3101.19 - Jørð, hav og luft


Skeiðsnummar
3101.19
Heiti
Jørð, hav og luft
ECTS
7,5
Fortreytir
B-støddfrøði, B-alisfrøði og C-evnafrøði
Endamál
At geva studentunum eina innleiðslu til fysiska umhvørvið á gongustjørnuni Jørðini frá einum breiðum náttúruvísindaligum sjónarhorni. Hetta verður gjørt við støði í trimum grundleggjandi ástøðum, jarðfrøði, havfrøði og veðurlæru. Umhvørvið verður á henda hátt lýst fysiskt, og viðurskifti, háttaløg og máttir verða viðgjørd bæði fyri føstu, innaru jørðina, lofthavið og havið. Støði verður tikið í Føroyska nærumhvørvinum og studentarnir skulu eisini á fakligar túrar við Magnusi Heinasini og á ferð at hyggja at Føroyska landslagnum og Jarðfrøðini.
Innihald
Partur 1: Jarðfrøði Steinsløg, grótsløg, gosgryti, Føroya jarðfrøði, syllar, fláasløg, gongir og legugrýti, tæring og landslag í Føroyum, vatn og grundvatn Partur 2: Havfrøði Sjógvur, ljós og ljóð í sjógvi, aldur, streymur, blanding, sjóvarfallið, rákið í heimshøvunum, høvini uttan um Føroyar, føroysku havleiðirnar, Landgrunnurin og firðir Partur 3: Veðurlæra Høvuðsfokus er at skilja lágtrýstini, sum ferðast fram við Føroyum. Sambandið við jetvindin í erva (5-10 km hædd), og hvussu hetta sterka rák bæði ger og flytur lágtrýstini. Lyklaorð: Lofthavið, vætan í luftini, lufttrýst og vindar, veðurskipanir og klima-vísitøl sum NAO og ENSO.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, uppgávuloysing og kanningarferðir og innlating av skrivligum uppgávum
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin o greiða frá og lýsa grundleggjandi eginleikar hjá grót- og steinsløgum o lýsa sereyðkenni hjá steinsløgum og grótsløgum í føroysku fláarøðini o greiða frá Føroya jarðfrøði, fláarøðini, grót og steinsløgum o greiða frá tæring og hvussu landslagið í Føroyum er blivið til o greiða frá um vatnringrásina og um grundvatni o greiða frá grundleggjandi eginleikunum hjá sjógvi og lýsa stabilitet og lagdeiling o greiða frá sjóvarfalli og sjóvarfallskreftunum o greiða frá stórskala vinddrivna rákinum og termohalina rákinum o greiða frá sjógvi og rákið í føroyskum øki og lýsa rákið á Landgrunninum og firðum o greiða frá hita, vætu, trýsti, og stabiliteti í luftsúluni, og lýsa sambandið við skýgerð og sløg av skýggjum o greiða frá strálingsbalansu og høvuðsbygnaðinum í lofthavinum og í globalu luftsirkulasjónini. o Lýsa pólfrontin og sambandið við jetvindin í erva o greiða frá gerð og útbreiðslu av lágtrýstunum
Próvtøkuháttur
Innlating av 3 skrivligum uppgávum, ið samlað telja 1/3 (33%) av endaliga próvtalinum. Skrivlig próvtøka (4 tímar), ið telur 2/3 (67%) av samlaða próvtalinum. Eingi hjálpiamboð eru loyvd. Skrivligu uppgávurnar telja ikki við í møguligari endurpróvtøku, og próvtalið verður einans grundað á sjálva próvtøkuna.
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Earth Science 15th Edition (Tarbuck, Lutgens and Tara, 2018) Kapitlar: 2,3,4,6,8,9,16,17,18 og 19 Føroya Jarðfrøði (J. Rasmussen, 2005) Havið (B. Hansen, 2000) Veðurlæra (H. Kjølbro)
Ábyrgd
Uni Egholm Árting