3512.14 - Almenn og ólívrunnin evnafrøði


Skeiðsnummar
3512.14
Heiti
Almenn og ólívrunnin evnafrøði
ECTS
7,5
Endamál
At geva teimum lesandi mentalan førleika at gera evnafrøðiligar metingar í umhvørvis-og lívfrøðiligum sambondum.
Innihald
Støkiometri. Grundleggjandi thermodynamikkur. Elektrokemi. Javnvágir. Bindingarteori. Colligativir eginleikar. Kinetikkur. Krystalgittar. Elektroniskar konfiguratiónir í atomum. Kemiskar bindingar. Ólívrunnin evnafrøði
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og starvstovuvenjingar.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o nýta nomnan kunnleikaum ideal-og ikki-ideal-gasslógirnar o loysa trupulleikar og uppgávur í samband viðorkubroytingar i evnafrøðiligum tilgongdum o greiða nágreiniliga frá og nýta thermodynamisku lógirnar o lýsa og greiða frá skeiðbundnu skipanini og elektron-strukturinum í atomunum o lýsa týdningarmestu evnafrøðiligu eginleikarnar hjá grundevnunum í skeiðbundnu skipanini o g reiða frá ymsu formunum av intra - og intermýlskum evnafrøðiligum bindingum o r øða um og skilja millum ymsar krystall strukturar o m eistra útrokningar í samband við ymisk konsentratiónshugtøk o s iga nágreiniliga frá um colligativar eginleikar so sum damptrýstlækking , kókipunktshækking, frystipunktslækking og osmotiskt trýst o l oysa ymsar uppgávur í samband við evnafrøðiliga n kinetikk og evnafrøðiliga javnvág o n ágreiniliga nýta nomna speki um sýrur, basur, sýru - basu - javnvág og upploysingarjavnvág o l oysa grundleggjandi elektrokemiskar uppgávur o l ýsa stutt eginleikarnar hjá porphyrin í hemoglobin og cisplatin i livandi verum g reiða frá náttúrligum radioaktivitet i og tíðarfesting grundað á umgerð av radioaktivum isotopum
Próvtøkuháttur
Ein 4 tíma roynd. Próvúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Øll hjálpitól eru loyvd. Endaliga próvtalið er eitt vektað miðaltal av próvtøkukarakterinum (75%) og miðalkarakterinum av innlatnum uppgávum og rapportum (25). Innlating av øllum kravdum skrivligum avrikum rættstundis er fortreyt fyri próvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Raymond Chang: General Chemistry The Essenti al Concepts 6. Edition (2011 ). ISBN - 13 978 - 007 - 131368 - 1, pp.779 Preben Hartmann - Petersen: Almen, uorgan isk og organisk kemi. 7. útgáva (1999). ISBN 87 - 502 - 0963 - 9, pp 396 (ljóstak verða handað) Starvsstovuvegleiðingar verða útflýggjaðar.
Ábyrgd
Hóraldur Joensen