3512.18 - Almenn og ólívrunnin evnafrøði


Skeiðsnummar
3512.18
Heiti
Almenn og ólívrunnin evnafrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
B-stig í stødd-, alis- og evnafrøði
Endamál
At geva teimum lesandi mentalan førleika at gera evnafrøðiligar metingar í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.
Innihald
Loftevnislógir. Støkiometri. Grundleggjandi thermodynamikkur. Elektrokemi. Javnvágir. Bindingarteori. Colligativir eginleikar. Kinetikkur. Krystalgittar. Elektroniskar konfiguratiónir í atomum. Kemiskar bindingar. Ólívrunnin evnafrøði
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og starvstovuvenjingar.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o nýta nomnan kunnleika um ideal- og ikki-ideal-gasslógirnar o loysa trupulleikar og uppgávur í samband við orkubroytingar i evnafrøðiligum tilgongdum o greiða nágreiniliga frá og nýta thermodynamisku lógirnar o lýsa og greiða frá skeiðbundnu skipanini og elektron-strukturinum í atomunum o lýsa týdningarmestu evnafrøðiligu eginleikarnar hjá grundevnunum í skeiðbundnu skipanini o greiða frá ymsu formunum av intra- og intermýlskum evnafrøðiligum bindingum o røða um og skilja millum ymsar krystallstrukturar o meistra útrokningar í samband við ymisk konsentratiónshugtøk o siga nágreiniliga frá um colligativar eginleikar so sum damptrýstlækking, kókipunktshækking, frystipunktslækking og osmotiskt trýst o loysa ymsar uppgávur í samband við evnafrøðiligan kinetikk og evnafrøðiliga javnvág o nágreiniliga nýta nomna speki um sýrur, basur, sýru-basu-javnvág og upploysingarjavnvág o loysa grundleggjandi elektrokemiskar uppgávur o lýsa stutt eginleikarnar hjá porphyrin í hemoglobin og cisplatin i livandi verum o greiða frá náttúrligum radioaktiviteti og tíðarfesting grundað á umgerð av radioaktivum isotopum o vísa í verki yrkisvit í starvsstovu, greina royndarúrslit, skriva greiðar starvsstovufrásagnir og loysa evnafrøðiligar uppgávur.
Próvtøkuháttur
Kravd skrivlig avrik skulu vera innlatin rættstundis, eftirmett og góðkend fyri at sleppa til próvtøku. Øll hjálparamboð eru loyvd, t. d.egin telda, telduorðabøkur, bøkur, uppgávur, venjingarfrásagnir, notur. Áður góðtikin skrivlig avrik kunnu nýtast til endurroynd. Skrivlig 4 tíma roynd. Próvúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Endaligt próvtal er eitt vektað miðaltal av próvtøkukarakteri (75%) og miðalkarakteri av innlatnum uppgávum (25).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Raymond Chang: General Chemistry The Essential Concepts 6. Edition (2011). ISBN 978-007-131368-1, pp.779 Preben Hartmann-Petersen: Almen, uorganisk og organisk kemi. 7. útgáva (1999). ISBN 87-502-0963-9, pp 396 (ljóstak verða handað) Starvsstovuvegleiðingar verða útflýggjaðar.
Ábyrgd
Hóraldur Joensen