3523.20 - Fiskifrøði


Skeiðsnummar
3523.20
Heiti
Fiskifrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Til stakgreinalestur krevst Miðnámsprógv við B-stigi í støddfrøði.
Endamál
At geva studentunum eina grundleggjandi lívfrøðiliga vitan um høvuðsvinnuna í Føroyum - fiskivinnuna. Í hesum er lívfrøðin hjá týdningarmestu fiskasløgunum, veiðihættir og stovnsmetingar.
Innihald
Skeiðið er býtt sundur í tveir høvuðspartar: fiskavistfrøði og stovnsmetingar. Parturin um fiskavistfrøði fevnir um morfologi, evolutión og fysiologi hjá fiski, navnagreining, føði, útbreiðslu, vøkstur, nøring, livihættir, fiskasamfeløg og hvørja ávirkan fiskiskapur hevur á vistskipanina. Parturin um stovnsmetingar er um, hvussu stovnsmetingar verða gjørdar: Innsavning av data, um framleiðslumodellir, áseting av ymiskumparametrum og at rokna smáfiskaúrtøka. Fyri at studentarnir skulu læra um stovnsmetingar til lítar, skulu teir sjálvir gera stovnsmetingar av einum fiskaslag. Hetta verður gjørt við útgangsstøði í givnum taltilfari. Arbeiðið verður dokumenterað í eini skrivligari frágreiðing, sum verður latin inn og er partur av próvtøkuni.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, laboratoriuarbeiði, og, út frá givnum taltilfari, at gera eina stovnsmeting.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi vera før/ur fyri: • Lýs útsjóndina á fiski við hartil hoyrandi nøvnum og hugtøkum. • Greiða frá gøgnunum í fiski; hvar tey eru, bygnaði og hvussu tey virka. • Greiða frá hvørja ávirkan fiskiskapur hevur á fisk og umhvørvi. • Nýta og greiða frá teimum grundleggjandi hugtøkunum, sum verða nýtt innan fiskifrøði. • Gera eina stovnsmeting • Meta um hvønn búskaparligan týdning fiskiskapur hevur fyri samfelagið.. • Meta um fiskiskapurin er burðardyggur.
Próvtøkuháttur
• 3 tímar skrivlig próvtøka, uttan hjálpiamboð, sum telur 75% av samlaðu próvtøkuni. • Innlating og munnlig próvtøka av skrivligari frágreiðing um stovnsmeting: Hendan telur 25 % av samlaðu próvtøkuni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Marine Fisheries Ecology (2001): Simon Jennings, Michel J. Kaiser, John D. Reynolds. Fiskaskipanin- Lýst við dømum við fiskinum á Føroyabanka (2012): Eyðfinn Magnussen. Føroya Skúlabókagrunnur . pp. 41. Fishes - An Introduction to Ichthyology. (2003): Peter B. Moyle and Joseph J. Cech Jr. Integrated Principles of Zoology (2013): Hickman, C.P., Roberts, Keen,S.L., Larson, A., Eisenhour, D.J. (kap. 24. Ecology of Teleost Fishes (1990): Wootton, R.J.
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen