3534.17 - Lívfrøði III


Skeiðsnummar
3534.17
Heiti
Lívfrøði III
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnám og Lívfrøði II
Endamál
At geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av teimum nógvu ymsu stýrisháttunum ið eru neyðugir fyri at hava eina væl virkandi fleirkyknaða veru, sum td ” transport, digestive, excretory, defense, signaling, regulating and reproductive systems”. Og víðari at geva teimum lesandi eina fatan av uppbygnaðinum og útviklinginum av djóra kroppum. Eisini verður hugt nærri eftir tí heimi djórini eru partur av, og hvussu alt er ein partur av eini størri heild, við hjálp av millum annað atburðar vistfrøði, almennari vistfrøði og globalari vistfrøði.
Innihald
Nógvu ymsu stýrisháttirnir, ið eru neyðugir fyri at hava eina væl virkandi fleirkyknaða veru, uppbygnaðurin og menningin av djóra kroppum, lívfrøðiligt margfeldi, sokallaði ” life history traits”, populatiónir, samfeløg og vistskipanir, global vistfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávuloysing.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: 1. Skilja og greiða frá um uppbygnaðin av einum djóra kroppi 2. Greiða frá um evnafrøðilig signalir í djórum 3. Lýsa og greiða frá um sodningarleiðirnar hjá djórum 4. Lýsa og greiða frá um flutnings skipanir í djórum 5. Greiða frá um útskiljingar skipanir í djórum 6. Skilja og greiða frá um nøringina hjá djórum 7. Lýsa og greiða frá um menningina av einum djórakroppi 8. Skilja og greiða frá um hvussu djór verja seg móti smittu og øðrum álopum á kroppin 9. Greiða frá um elektrisk signalir í djórum 10. Lýsa og greiða frá neurala stýring í djórum 11. Skilja og greiða frá um rørslu og hvussu djór sansa sítt umhvørvi 12. Skilja og greiða frá um vistfrøði 13. Greiða frá og skilja atburðar vistfrøði 14. Skilja og greiða frá um sonevnd “life history traits” 15. Lýsa og greiða frá um lívfrøðiligt margfeldi og samfeløg 16. Greiða frá og skilja evnafrøðiligu ringrásina, og orku flutningin ígjøgnum eina vistføðiskipan 17. Lýsa og greiða frá um “global ecology”
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Jane B. Reece, Lisa Urry, Michael L. Cain, Steven A. Wasserman, Peter V. Minorsky, Robert B. Jackson, Neil A. Campbell. 2014, Biology: A Global Approach, Global Edition. 13:978-1-292-00865-3
Ábyrgd
Jóhannis Danielsen