3540.20 - Eiturvistfrøði og dálking


Skeiðsnummar
3540.20
Heiti
Eiturvistfrøði og dálking
ECTS
7,5
Fortreytir
Luttakandi studentar skulu A) vera innskrivaðir til bachelorútbúgvingina í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya og fylgja vanligu lestrargongdini ella B) vera stakgreinalesandi við hóskandi grundarlagi í almennari og lívrunnari evnafrøði svarandi til: 3512 Almenna og ólívrunna evnafrøði; 3513 Lívrunna evnafrøði; 3514 Lívevnafrøði; innleiðslu til lívfrøði; jarðarvistfrøði; vatnvistfrøði og havlívfrøði; rannsóknarskeið í jarðar- og vatnvistfrøði.
Endamál
At geva teim lesandi kunnleika til umhvørviseiturfrøði og dálkingar av mannaávum, umframt til samspælið millum dálkingarevni, umhvørvi og livandi verur.
Innihald
Eiturvistfrøði og mannaelvd dálkingarevni sum t.d. DDT, PCB, dioxin, fleirringað aromatisk kolvetnisevni, súrgandi evni, tungmálmur, tributyltin, hormonlíki, nitrat og nitrit, týningarevni, plastdálking, geislavirkin evni, heiliráðvørur, harímillum bakteriutýnarar og onnur dálkingarevni. Dálkingarkeldur, flutningsleiðir av eitri í umhvørvinum og flutningshættir. Dømi um, hvussu lívverur taka dálkingarevni upp, og um evnaskiftið, virkishættir og úrskiljing. Lóggáva móti dálking.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Uppgávur. Kjak. Studentaframløgur.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studentur: 1. Greiða frá teimum mest grundleggjandi hugtøkunum viðvíkjandi toksikokinetikki og toksikodynamikki og teim tilgongdum, sum eru partar av hesum. 2. Greiða frá faktorum og parametrum, sum eru partar av umhvørvisevnafrøði, og týdningi teirra. Hetta fevnir um kunnleika til keldur, flutningsrásir í umhvørvinum, lívfrøðilig og ólívfrøðilig umskapan og niðurbróting, bioakkumulering, enzymvirkni. 3. Greina tey árin, sum dálking hevur á individ og á populatiónir. 4. Greiða frá tiltøkum og parametrum, sum verða nýtt til at áseta, hvussu vandamikið eitt einstakt evni er, og gera eina einfalda váðameting av einum evni. 5. Gera eina stutta lýsing av REACH og tess stigvísa háttalag. 6. Greiða frá tí ávirkan, ið seinthvørvandi lívrunnin dálkingarevni sum t.d. DDT, PCB, dioxin, týningarevni og onnur halogonerað evni hava á umhvørvið og á lívverur. 7. Greiða frá ávirkanini av tungmetallum, serstakliga av kyksilvuri, blýggi og kadmiumi, á umhvørvið og á lívverur. 8. Geva stutta frágreiðing um olju sum eitt umhvørvisdálkandi evni. 9. Geva stutta frágreiðing um geislavirkni sum eitt natúrligt fyribrigdi og sum eitt dálkandi fyribrigdi. 10. Geva stutta frágreiðing um súrgan av vatnøkjum og um árin av hesum á umhvørvið. 11. Greiða frá nitrati sum tøðevni í umhvørvinum. Vísa á nitratkeldur og óheppin árin av hesum evni. 12. Lýsa dømi um hormonlíki/evni, sum órógva natúrliga hormonala virksemið, og sum koma fyri sum mannaelvd dálkingarevni. Greiða frá, hvussu tílík evni virka, við at vísa á dømi frá ymsum lívverum. Hartil greiða frá, hvussu virksemi og mekanisma teirra kann greinast í royndarstovu. 13. Greiða í stuttum frá árinunum av heilivágum og evni í persónlig røktarevnum á umhvørvið. 14. Greiða í stuttum frá dømum um metal sum dálkingarevni. 15. Greiða í stuttum frá einstøkum dømum um nýggj dálkingarevni, ið stinga seg upp. 16. Greiða í stuttum frá plasti, sum dálkingarevni í umhvørvinum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar. Eingi hjálparamboð loyvd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Poul Bjerregaard: Økotoksikologi, 5. udgave. Gyldendal 2013. ISBN 978-87-02-14059-0. Úthendi.
Ábyrgd
Jónrit Halling