3573.21 - Havlívfrøði II


Skeiðsnummar
3573.21
Heiti
Havlívfrøði II
ECTS
7,5
Fortreytir
Havlívfrøði I
Endamál
At geva eitt yvirlit yvir virknaðir og tillaðing hjá plantum og djórum í sjónum
Innihald
Tað fysiska og kemiska umhvørvið og hvussu verur í sjónum laga seg til broytingar í umhvørvinum, t.d. hita, salti, osmotiskum trýsti, oksygeni og ljósi. Nøring, spjaðing og ferðing. At liva í vesku. Margfeldi og livihættir hjá botndjórum. Prosessir á havbotninum. Tarar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kollokvium og venjingar
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o Greiða frá vistfrøðiligum og evolutionerum meginreglum í havlívfrøði eins og lýsa týðandi frøðihugtøk so sum klassifikatión, økologisk interaktión, hierarchy og marina biogeography o Siga frá kemiskum og fysiskum hugtøkum í marina umhvørvinum eitt nú saliniteti, oxygen, ljósi, temperaturi eins og fysiologiskari útinning (performance) og cykliskum atferðar- fysiologiskum responsi . o Greiða frá, hvussu livandi verur laga seg til tað fysiska marina umhvørvið eitt nú viðvíkjandi temperaturi, salti, og oxygeni. o Røða um lív í flótandi medium, siga frá densiteti, viscositeti, tal Reynholds eins og hydrodynamiskum fyribrigdum. o Greiða frá faktorum, sum stýra dynamikkinum hjá plantuæti og djóraæti í havinum, herundir váruppblóming av plantuæti og vertikalari migratión hjá djóraæti. o Umrøða føðiketur/føðinet og týdning fyri fiskiveiðu. o Umrøða økologiskar og evolutionerar faktorar í samband við reproduktion, sløg av sexualiteti, demography, migration og biogeographiskar strukturar. o Greiða frá klassifikation, nøring og útbreiðslu hjá tarum og teimum faktorum, sum stýra nøgdini av tara í sjóvarmálanum, herundir trofiskar kaskadur. o Greiða stutt frá sjófugli og hvali. o Lýsa fysisku og kemisku eginleikarnar í sedimentum, eins og funktionellar høvuðsbólkar so sum filturetarar, sedimentetarar (deposit feeder), ræðetarar og rovdýr. o Lýsa avbjóðingar hjá livandi verum í sjóvarmálanum, millum annað viðvíkjandi uppturking, temperaturi, oxygeni, kapping og predatión og hvussu hetta skapar eina sonering av livandi verum í sjóvarmálanum. o Greiða frá biodiversiteti í havinum og frá nøkrum tólum, sum verða nýtt til at máta biodiversitet.
Próvtøkuháttur
Skriftlig próvtøka í fýra tímar, uttan hjálpitól. Próvtal verður eisini givin fyri innlatingarupppgávur og miðal av hesum próvtølum telur 20% av próvtalinum fyri skeiðið. Kravið um at lata uppgávur inn er tó ikki galdandi fyri studentar, sum fara til endurpróvtøku. Í tí førinum telur skrivliga próvtøkan 100% av karakterinum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
MMarine biology: function, biodiversity, Ecology / Jeffrey S. Levinton, Stony Brook University. - Fifth edition. ISBN: 978-0190625276 + kopierað tilfar. Útvaldar greinir.
Ábyrgd
Petur Steingrund