7823.18 - NIS-námsfrøðiligt innleiðsluskeið


Skeiðsnummar
7823.18
Heiti
NIS-námsfrøðiligt innleiðsluskeið
ECTS
2
Endamál
Kandidaturin skal ogna sær ástøðiliga- og praksisgrundaða grundvitan í at undirvísa á miðnámsskúlastigi
Innihald
Arbeitt verður við støðum, sum undirvísing krevur og sum undirvísarin skal megna at handfara. Innihaldið fevnir um læraraleiklut, samskifti við næmingar og handfaring av ymsum næmingatýpum, arbeiðshættir, samstarvshættir, eftirmetingarhættir, tvørgreinaligt samstarv, vegleiðingarhættir og uppgávuseting. Harumframt fevnir skeiðið um formlig krøv og samvinnu við fakfelagar, starvsfelagar, leiðslu skúlans og avvarðandi myndugleikar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, arbeiði í bólki, samstarvandi tilrættalegging og vegleiðingaruppgávur (supervisión) og framløgur
Læruúrtøka
Í skeiðinum skal kandidaturin ogna sær amboð og førleika • at miðla sína fakligu vitan • at leggja undirvísingina á eitt hóskandi torleikastig • at brúka faklig og didaktisk amboð saman við næmingunum • at brúka samvirkna talvu og talgilt undirvísingartilfar • at brúka ymsar arbeiðshættir • at brúka ymsar eftirmetingarhættir • at megna at samskifta við næmingar, starvsfelagar og umsiting • at skilja ymiskar næmingatýpur og tann tørv og ymiskleika teir ymsu næmingarnir hava og duga at laga undirvísingina eftir tørvi og ymiskleika hjá einstaka næminginum í sosiala felagsskapinum
Próvtøkuháttur
Framløga av undirvísingaruppleggi
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu