2829.20 - Grundskeið í lóg – serskeið


Skeiðsnummar
2829.20
Heiti
Grundskeið í lóg – serskeið
ECTS
10
Fortreytir
Innskrivað/ur til Bachelor í lóg á Fróðskaparsetri Føroya, men longu staðið skeið, ið hava við sær tørv á øðrvísi Grundskeiði í lóg.
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi sjálvstøðugt, kritiskt og diskuterandi, út frá einum nærri ásettum spurdómi, lýsir tvey grundleggjandi løgfrøðilig rit, sum í vavi og dýbd eru hóskandi at koma í staðin fyri Grundskeið í lóg.
Innihald
Gjøgnum skeiðið skal tann lesandi sjálv/ur lesa og tilogna sær tvey verk, ið síðan verða grundarlag undir heimauppgávu og próvtøku. Tað eina verkið, ið tann lesandi skal tilogna sær í sjálvlestri, er klassiska norska bókin eftir Ragnar Knoph, Rettslige standarder, ein í norðurlendskum høpi heilt grundleggjandi bók um skilnaðin í lógarverkinum millum tvey høvuðssløg av rættarnormum, ávikavist reglum og standardum. Bókin er frá 1939, men lýsir eitt tíðarleyst evni av sera stórum bæði praktiskum og ástøðiligum týdningi fyri løgfrøðingar. Hitt verkið, ið er evni fyri sjálvlestri, er álit eftir Mette Hartlev, Tim Knudsen & Per Walsøe, Justitsvæsenets fremtidige organisering, frá 1996. Álitið umrøður á ein kritiskan hátt grundleggjandi skipanarligar og mentunarligar partar av danska statsbygnaðinum knýtt at rættarskipan og valdsbýti. Álitið er skrivað í 1996, og eru tað hendar broytingar í rættarskipanini í Danmark síðan tá. Kortini er álitið mest ein gjøllig prinsipiel viðgerð av grundleggjandi spurningum í rættarskipanini, ið má haldast at hava varandi virði.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur við avtalaðum vegleiðingarfundum eftir tørvi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi:  Hava innlit í, hvussu danskt-føroyska rættarskipanin er grundað, og hvussu valdið er býtt millum ymiskar stovnar.  Sýna innlit í, hvussu rættarskipanin grundleggjandi er skipað við ymiskum sløgum av normum (ásetingum).  Fata týdningin fyri rættarstøðu og menning av galdandi rætti, um rættarstøðan er grundað á reglur ella standardar.  Sýna fatan av grundleggjandi løgfrøðiligum háttalagi.  Kunna miðla og orða vitan og grundgevingar á greiðan hátt, málsliga rætt og væl framborið.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka á uml. 20 min uttan fyrireiking. Próvtøkan tekur støði í heimauppgávu og lestrartilfari. Kravda heimauppgávan stendur í samandráttum á í mesta lagi 3 síður (7.200 tekin við millumrúmum) fyri hvørt verkið í lesitilfarinum, umframt eitt svar á í mesta lagi 3 síður uppá ávísan uppgávuspurning, sum tann lesandi fær útflýggjaðan í góðari tíð undan royndini.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tvey verk: Ragnar Knoph, Rettslige standarder, Grøndahl & Søns Boktrykkeri, Oslo 1939. Mette Hartlev, Tim Knudsen & Per Walsøe, Justitsvæsenets fremtidige organisering, Álit frá ”Project Offentlig sektor, vilkår og fremtid”, København 1996. Lestrarlisti fevnir um uml. 400 síður samanlagt.
Ábyrgd
Bárður Larsen