2830.19 - Skriviverkstova


Skeiðsnummar
2830.19
Heiti
Skriviverkstova
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
At menna førleikar hjá lesandi innan skrivligt og alment samskifti og at menna evni og førleikar hjá lesandi í at seta saman, greina, ritstjórna og eftirmeta ymisk sløg av teksti, ið bæði praktiskt arbeiðandi og akademiskir løgfrøðingar mugu duga at greiða úr hondum. Skeiðið miðjar eisini móti at menna førleikar í samskifti í almennum høpi, eitt nú í rættarsali ella á ráðstevnu og seminari.
Innihald
Skeiðið er grundað á trettan eindir á eina viku hvør (viku 36-41 og 43-49), har hvør eind fevnir um undirvísing/fyrilestur, lesievni, kjak og eina uppgávu, sum verður latin inn og síðan (anonymt) viðgjørd, javnlíkamett og mett um (próvmett) av lesandi undir lærarans eftirliti og vegleiðing. Vikur 43 og 49 eru fleirtáttaðar royndir, ið tey lesandi hava fyrireikað áðrenn gjøgnum undirvísing og smærri uppgávur. Evni fyri hesum royndum verða slík sum: at skriva fyri einum ávísum málbólki, seta saman og skriva útvald sløg av løgfrøðiligum tekstum (so sum prosessrit, sáttmálar og testamenti). Eisini skulu skrivast meira vanligir tekstir, ið skulu skipast og lagast til ymisk høpi, samandráttir og umsetingar gerast, løgfrøðiligar grundgevingar orðast, rit fyrireikast, ið egna seg at senda ymiskum bløðum og tíðarritum vend móti ymiskum málbólkum, og framløgur skulu venjast, ið egna seg at leggja fram á ráðstevnu ella seminari.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fevnir um fyrilestrar, viðgerð, kritiskt kjak og greining av ymiskum lestrarevnum. Eisini eru trettan vikuligar uppgávur, sum eru fyrireikaðar uttanfyri undirvísing, latnar inn og síðan (anonymt) diskuteraðar í flokkinum, javnlíkamettar og eftirmettar í tímunum undir vegleiðing av lærarum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeiðið skal tann lesandi hava: - lutvíst víðariment evnini at seta saman, ritstjórna og eftirmeta ymisk sløg av tekstum, ið praktiskt og/ella akademiskt virkandi løgfrøðingar hava tørv á at lata úr hondum - lutvíst víðariment førleika at samskifta í almennum høpi, eitt nú í rættarsali, á ráðstevnu ella seminari. Samsvarandi hesum skal tann lesandi við lokið skeið: - duga at skriva útkast til tekstir á ein hátt, ið er lagaður til málbólkin (lagaður til ymisk høpi ella kontekst). - duga at skriva somu tekstir á ymiskum stigum og gera samandráttir (og abstrakt). - duga at skriva løgfrøðilig upprit í hóskandi stødd og skapi til endamálið og við hóskandi tilvísingum. - vísa førleika at samskifta skrivliga og munnliga, íroknað munnliga at framføra og verja ávís sjónarmið. - vísa førleika í at greina og ritstjórna tekstir, íroknað teirra egnu, við atlitit til bygnað, skipan og gjøgnumskygni. - skilja tað, sum er serstakt fyri løgfrøðiliga skriving, og skilja líkheit og mun á løgfrøðiligari skriving samanborið við aðra skriving. - greiða frá ymiskum sløgum av løgfrøðiligum skjølum, sum løgfrøðingar og sakførarar ofta fáa litið upp í hendi at skriva, so sum avtalur og testamentir v.m., og vísa førleika sjálvi at skriva hesi.
Próvtøkuháttur
Próvdøming í hesum skeiði er sett saman sum partvíst: 1) innlating til tíðina av vikuligum venjingum og luttøku í tilgongd við javnlíkameting 30% (javnlíkameting av venjingum hevur til endamáls at geva mennandi og kritiska afturmelding og verður ikki roknað inn í endaligt próvtal); 2) fleirtáttað próvtøka miðskeiðis í lestrarhálvuni 35%; og fleirtáttað próvtøka í endanum á lestrarhálvuni 35%. Royndirnar fara at krevja lesandi at framleiða ella laga til tekstir, sum tey hava fyrireikað í vikuligum venjingum. Hvør roynd kann hava samansett innihald, sum siðbundna skrivliga roynd undir eftirliti á lærustovninum, munnliga framførslu ella tak-heim-við próvtøka. Hvørt einstaklingaavrik kann fáa afturmelding á einum 100 stig (%) stiga, men endaligt próvtal verður givið gjøgnumskygt samsvarandi galdandi 7-tala próvstalsstiga, grundað á samlaðu meting av einstøku úrslitunum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Mikael M. Karlsson v.fl., Grundleggjandi løgfrøðilig skriving og samskifti. Mikael M. Karlsson v.fl., Uppgávubók í løgfrøðiligari skriving og samskifti: Venjingar, dømi og tilfar. Jens Evald, At skrive juridisk - Skriftlig jura for begyndere, Jurist- og Økonomforbundets Forlag, 2019
Ábyrgd
Bárður Larsen