2835.19 - Endurgjaldsrættur


Skeiðsnummar
2835.19
Heiti
Endurgjaldsrættur
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleika.
Endamál
At veita innlit í endurgjaldsrætt sum rættarøki. Dentur verður lagdur á grundleggjandi reglur og hugtøk í endurgjaldsrætti uttan fyri avtalu.
Innihald
Skeiðið gjøgnumgongur reglurnar fyri nær, ið ein kann ábyrgjast fyri tap orsakað av skaða. Viðgerðin fevnir um grundleggjandi øki innan endurgjaldsrættin sum skuldregluna (culparegluna), rættarstøðuna hjá børnum, endurgjaldsábyrgd hjá arbeiðsgevarum, objektiva ella strangari ábyrgd á úrvaldum økjum og reglurnar um adækvans og atvoldarsamband(kausalitet).
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærara og venjingum í tímanum.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna: - Greiða frá høvuðsreglunum innan endurgjaldsrætt. - Greiða frá skuldregluni (culparegluni). - Greiða frá reglunum um objektiva ábyrgd og vísa á dømi, har slík er galdandi. - Greiða frá reglunum um atvoldarsamband(kausalitet) og adækvans. - Greina loysnir í ítøkiligum málum á ein samanhangandi og skipaðan hátt , ið gevur fatan av at hava yvirlit yvir týðandi spurningar innan endurgjaldsrætt. - Miðla og orða vitan innan endurgjaldsrætt merkt av greiðari fakligari fatan. - Lýsa hvørjar objektivar treytir eru fyri at fáa endurgjald. - Lýsa týdningarmestu reglurnar um endurgjald á serstøkum økjum. - Greina endamálið við endurgjaldsrættinum. - Greina útvaldar dómar innan endurgjaldsrætt.
Próvtøkuháttur
Tvær fleirvalaroyndir (multiple choice) á 1 tíma hvør, ávikavist tíðliga og miðskeiðis í skeiðnum, telja 1/3. Skrivlig roynd á 4 tímar telur 2/3. Fortreyt fyri at sleppa til endaliga skrivliga roynd er, at tann lesandi hevur møtt til báðar fleirvalaroyndirnar og samanlagt, mett sum samlað sjálvstøðugt avrik, fingið minst 02. Tann lesandi hevur netatgongd og loyvi at hava alt tilfar frá undirvísing við til endaliga roynd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kravdur lesnaður er uml. 500 síður av hesum tilfari: Bo von Eyben & Helle Isager, Lærebog i erstatningsret, 8. Udgave, og úrskurðir og annað tilfar til endurgjaldsrætt, tøkt á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Kristian Joensen