2838.19 - Ognarrættur


Skeiðsnummar
2838.19
Heiti
Ognarrættur
ECTS
5
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi fáa eitt grundleggjandi innlit í ognarrætt yvir leysafæ (leysar lutir), men eisini í ein minni innlit í ítøk (servituttar), sum ræðisavmarking av serliga føstum ognum.
Innihald
Skeiðið er skipað í tveir høvuðspartar. Ein størri part um ognarrætt yvir leysafæi og ein minni part um ítøk (servituttar). Í partinum um ognarrætt yvir leysafæ fáa lesandi innlit í rættarkeldur og galdandi rætt viðv. grundleggjandi hugtøkum og skipanum sum: - hvussu ognarrættur yvir leysafæi verður fluttur millum persónar, og hvussu viðurskiftini eru móti kravánarum (kreditorum) og øðrum 3. persónum (avtaluvinnarum – “aftaleerhververe”), ið gera krav móti sama ognarluti. - sjálvræðisfrátøku (rådighedsberøvelse) og tinglýsing sum trygd hjá ognara móti seljarans víðarisølu. - eyðmerking (individualisering) sum fortreyt fyri, at keypari er vardur móti seljarans kravánarum við samaslagkeypi (genuskeypi). - avhendan sum avgerandi fyri, nær ognarrættur verður fluttur, og nær seljari kann forða avhendan (steðgingarrættur). - Ognarfyrivarni sum seljarans trygd. - Nær lutur kann krevjast aftur (vindikatión) og nær avognan (ekstinktión) og harvið keyparans rættur vinnur. Í partinum um ítøk (servituttir) fáa lesandi innlit í hesa grundleggjandi skipanina um, hvussu rætturin til serliga fastar ognir kann vera fevndur av avmarkingum. Komið verður inn á, hvussu ítak kann skipast, verjast og missast, so sum: - skipast við avtalu. - missast við ognartøku. - stovnast við hevd. - áleggjast við lóggávu. - áleggjast sum treyt í sambandi við byggiloyvi. - tinglýsast sum verja móti seinni ognarum og kravánarum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar, uppgávur og kjak.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá um grundleggjandi reglur um ognarrætt yvir leysafæi og servituttrætt. - Greiða frá, hvussu ognarrættur yvir leysafæ og servituttrættur avmarkast í mun til almenna lóggávu, og greiða frá, hvussu hesi rættarøki mugu skilmarkast móti øðrum rættarøkjum, serliga innan fíggjarrætt. - Finna og skipa ognarrættarliga og servituttrættarliga viðkomandi tilfar, og á tí grundarlagi eyðmerkja trupulleikar og samanhangir. - Greina ognarrættarligar og servituttrættarligar trupulleikar grundað á samansettar rættarkeldur. - Greiða frá javnvágini millum atlitið til ognarrætt og servituttrætt á eini síðuni og mótgangandi privat og samfelagsáhugamál, sum í ítøkiligum málum kunnu tala øvugtan veg. - Reflektera yvir og grundgeva fyri støðutakan í ítøkiligum málum, har rættargrundarlagið ikki er greitt, og har “kapping” kann vera millum ymiskar gyldugar grundgevingar. - Miðla og argumentera skrivliga og munnliga á greiðan hátt.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 4 tímar telur 2/3 av próvtalinum, fleirvalaroynd miðskeiðis í skeiðnum telur 1/3. Fortreyt fyri at fara til endaliga roynd er, at tann lesandi hevur staðið fleirvalaroyndina, mett sum sjálvstøðugt avrik. Eitt felags próvtal verður givið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Michael Elmer & Lise Skovby, Ejendomsretten 1, 4. udg., Jurist- og Økonomforbundets Forlag, 1999 (uml. 200 s.). Jens Evald, Dansk servitutret, Jurist- og Økonomforbundets Forlag, 1992 (uml. 90 s.). Tilfarssavn til Ognarrætt við útvaldum úrskurðum, tøkt á Moodle-skipanini undan undirvísing.
Ábyrgd
Bárður Larsen