2843.19 - Keypi- og kravrættur


Skeiðsnummar
2843.19
Heiti
Keypi- og kravrættur
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi vitan og førleikar, sum nærri lýst niðanfyri, í keypi- og kravrætti.
Innihald
Skeiðið er deilt í tveir høvuðspartar, almenna kravrættin og keypirættin, har seinast nevndi er eitt av fleiri serstøkum rættarøkjum undir kravrætti. Almenni kravrætturin fevnir m.a. um: - Skuldabrævalógina. - Ymisk sløg av skuldabrøvum. - Peningakrøv og hvar og hvussu hesi skulu veitast, í hvørjari mongd, dygd og nær. - Mishald frá skuldarans og kravánarans síðu, so sum seinkan og manglar við veitingini. - Rættindi hjá skuldara og kravánara til at krevja rætta veiting í sambandi við mishald. - Heftan, ábyrgd og aftursókn (regres) - Kravánaraskifti og skuldaraskifti. - Mótrokning. - Deponering. - Rentu. - Fyrning. Keypirætturin fevnir m.a. um: - Keypilógina og keypiavtaluna. - Seljarans veitingarskyldu og brot á hesar, serliga manglar og seinkan og keyparans rætt í tí sambandi. - Mishald frá keypara og seljarans krøv og rættarstøðu í tí sambandi. - Nær ábyrgd av vøru fer frá seljara til keypara (”risikoens overgang”). - Brúkarakeyp.
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, studentaframløgur, kritiskt kjak og greining av ymiskum lestrarevnum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá týðandi keypi- og kravrættarligum grundhugtøkum og rættarreglum og innanhýsis samanhangi teirra. - Greiða frá atlitum aftanfyri og grundgrevingum fyri týðandi keypi- og kravrættarligum grundhugtøkum og rættarreglum. - Eyðmerkja keypi- og kravrættarligar trupulleikar í ítøkiligum málum og rættarósemjum. - Greina og meta um grundgevingar fyri og ímóti ymiskum loysnum á truplum keypi- og kravrættarligum málum og gera væl undirbygda niðurstøðu. - Miðla og orða vitan og grundgevingar innan keypi-og kravrætt fakliga og málsliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Ein fleirvalaroynd miðskeiðis í skeiðnum telur 30%. Skrivlig roynd á 4 tímar telur 70%, tá skeiðið endar. Fortreyt fyri at fara til endaliga skrivliga roynd er, at fleirvalaroyndin er staðin, mett sum sjálvstøðugt avrik, og fortreytin fyri at standa skeiðið er, at eisini endaliga skrivliga royndin er staðin, mett sum sjálvstøðugt avrik. Eitt samlað próvtal verður givið fyri báðar partar av royndini.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Erik Werlauff, Obligationsretten − en introduktion, 1. udgave, Jurist- og Økonomforbundets Forlag, 2017, & Joseph Lookofsky & Vibe Ulfbeck, Køb – Dansk indenlandsk købsret, 5. udgave, Jurist- og Økonomforbundets Forlag, 2020. Annað tilfar, so sum úrskurðir og lóggávuforarbeiði, tøkt undan undirvísing á Moodle. Samlaður lesnaður millum 400-500 s.
Ábyrgd
Bárður Larsen