2845.19 - Sivilur rættargangur


Skeiðsnummar
2845.19
Heiti
Sivilur rættargangur
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær grundleggjandi innlit í og førleikar innan rættarøkið sivilur rættargangur.
Innihald
Sivilur rættargangur er ein klassisk løgfrøðilig lærugrein, sum við støði í rættargangslógini lýsir og viðger skipanina við dómstólum, hvussu hesir virka, og hvussu mál verða viðgjørd og avgjørd í dómstólsskipanini. Mál sum verða viðgjørd við dómstólarnar kunnu vanliga býtast í sivil mál, revsimál, fútamál og skiftimál. Hetta skeiðið viðger einamest tættin um sivil mál (eisini nevnd borgarlig mál), ið eru mál um ósemjur millum sivilar/borgarligar partar. Evnini, ið verða viðgjørd á skeiðnum eru í høvuðsheitum hesi: - Hvussu dómstólarnir eru skipaðir og hvørjir partar eru í sivilu rættargongdini. - Málsførleikin hjá dómstólunum. - Staðbundið málsræði og altjóða málsræði. - Samlað viðgerð av fleiri krøvum. - Málsgongd og málsviðgerð á 1. rættarstigi. - At føra prógv. - Hvussu verður dómur sagdur, formur og innihald. - At skjóta mál fyri hægri rætt og at taka mál upp aftur til viðgerð. - Sakarmálskostnaður. - Rættargildisvirknaður. - Gerðarættur.
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40 tímar floksundirvísing. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, studentaframløgur, kritiskt kjak og greining av ymiskum lestrarevnum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá meginreglunum í sivilu rættargongdini. - Greiða frá atlitum aftanfyri rættarskipanina og grundgevingum fyri týðandi grundhugtøkum og rættarreglum innan rættarskipanina. - Eyðmerkja, greina og meta um trupulleikar og ivamál í sivilrættarligu málsgongdini. - Greina og meta um grundgevingar fyri og ímóti ymiskum loysnum á truplum málum og gera væl undirbygda niðurstøðu. - Miðla og at orða vitan og grundgevingar innan sivilrættarliga málsførslu, sum fakliga og málsliga er merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Ein fleirvalaroynd miðskeiðis í skeiðnum telur 20%. Ein skrivlig heimauppgáva, somuleiðis miðskeiðis í skeiðnum, telur 30%, og ein skrivlig roynd á 4 tímar, hildin tá skeiðið endar, telur 50%. Fortreyt fyri at standa skeiðið er, at tann lesandi hevur møtt til og staðið bæði fleirvalaroynd, heimauppgávu og endaliga skrivliga roynd. Eitt samlað próvtal verður givið fyri allar partar av royndini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Den civile retspleje, Ulrik Rammeskow Bang-Pedersen, Lasse Højlund Christensen og Clement Salung Petersen, 5. Útgáva (ella seinni útgáva), Hans Reitzels Forlag. Annað tilfar, so sum dómar og lóggávuforarbeiði, verður tøkt undan undirvísing á Moodle. Samlaður lesnaður umleið 500-600 síður. Sí nærri lestrarlisti, tøkur á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Bárður Larsen