2849.19 - Bachelor ritgerð í lóg


Skeiðsnummar
2849.19
Heiti
Bachelor ritgerð í lóg
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor ritgerðin (B.L. ritgerðin) skal latast inn seinast 15. mai kl 23.59. Fellur 15. mai á fríggjadag til sunnudag, er freistin somu tíð næst komandi mánadag. Ritgerðin skal skrivast einstaklingavís. Evnið skal góðkennast av útbúgvingarleiðaranum áðrenn endan á 5. lestrarhálvu. B.L. ritgerðin skal skrivast á føroyskum máli, tó við úrdrátti á enskum. Útbúgvingarleiðarin kann gera undantak frá kravinum um føroyskt mál. Lesandi mugu skriva ritgerðina so, at hon egnar seg til at verða prentað í einum akademiskum løgfrøðiligum riti, so sum Føroyskum Lógarriti. Føroyskt Lógarrit ætlar at prenta frægastu ritgerðinar sum greinar. Lesandi, sum vilja skriva ritgerðina á annan hátt, mugu søkja útbúgvingarleiðaran um loyvi til tess. Samstundis sum lesandi fáa evnið góðkent, fer útbúgvingarleiðarin at vísa teimum á ein hóskandi vegleiðara. B.L. ritgerðin skal vera í minsta lagi 20 síður (48.000 tekin við gloppum og fótnotum) og í mesta lagi 25 síður (60.000 tekin við gloppum og fótnotum.
Endamál
Endalig ritgerð (verkætlan) á Bachelor í lóg.
Innihald
Evni valt av tí lesandi og góðkent av útbúgvingarleiðaranum. Evnið skal helst liggja innanfyri tey evni, sum undirvíst hevur verið í á bachelor, men útbúgvingarleiðarin kann, um tað verður hildið rímiligt og hóskandi, gera frávik og góðkenna onnur evni.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing. Í mesta lagi 15 tímar vegleiðing verða bjóðaðir hvørjum lesandi.
Læruúrtøka
Við B.L. ritgerðini væntast tann lesandi at vísa: - vísa evni til at orða ein greiðan spurdóm knýttan at valda evninum. - evni til savna allar týðandi rættarkeldur og bókmentir, ið eru viðkomandi fyri valda evnið. - at viðkomandi í tann mun, valda evnið víkir frá viðbundnum rættardogmatiskum háttalagi, prógva evni til at greiða frá og grundgeva fyri vali av háttalagi. - skjalprógvar evni til at fremja verkið á ein samanhangandi og skipaðan (systematiskan) hátt. - evni til at seta fram viðkomandi og grundgivnar niðurstøður og sjónarhorn. - evni til at miðla teirra vitan og grundgevingar á skipaðan og samanhangandi hátt við einum greiðum og røttum máli, ið prógvar tilvitan um, at – og hvar – føroyskt er á einum menningarstigi fram ímóti at vera eitt akademiskt-løgfrøðiligt mál.
Próvtøkuháttur
Próvdøming grundað á skrivliga verkið. Í sambandi við próvdøming fer dentur ikki einans at verða lagdur á innihald, men (í tann mun hesi kunnu skiljast hvørt frá øðrum) á skriving. Serligt atlit verður tikið til tað, sum bleiv undirvíst í á skeiðnum Skriviverkstova á 3. lestrarhálvu, og sum er viðkomandi fyri B.L. ritgerðina.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Bárður Larsen