2834.19 - Familju- og arvarættur
Skeiðsnummar
2834.19
Heiti
Familju- og arvarættur
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at veita innlit í grundleggjandi familju- og arvarættarligar reglur, prinsipp og venjur fyri at gera lesandi før fyri at greiða frá, kenna og viðgera grundleggjandi spurningar í familju- og arvarætti.
Innihald
Familjurættur snýr seg um galdandi rætt í familjurætti, íroknað:
- Ásetingar um at ganga saman í hjúnalag.
- Rættarstøðuna millum persónar í hjúnalagi, eitt nú ásetingar um uppihaldsskyldu, ognarviðurskifti og sáttmálar millum hjún.
- Rættarstøðuna í sambandi við sundurlesing og hjúnaskilnað, herundir løgfrøðiliga viðkomandi orsakir, og ásetingar viðvíkjandi at skifta búgv.
- Rættarstøðuna hjá ógiftum samlivandi, m.a. í sambandi við samlívsslit.
- Viðkomandi ásetingar viðvíkjandi børnum, eitt nú faðirskap, foreldramyndugleiki, rættur til samveru og uppihaldsskylda.
Arvarættur snýr seg um rættarstøðuna í tilknýti til ognir hjá persóni í sambandi við deyða, eitt nú:
- Rætturin til ættararv.
- Rætturin hjá hjúnafelaga til arv.
- Testamenti og deyðsgávur.
- Rætturin til at siga arv frá sær (arvafrásøgn).
- Kvantitativt og kvalitativt býti av arvinum.
Umframt gjøgnumgongd av omanfyri nevndu evnum, byrjar skeiðið við eini innleiðslu, ið snýr seg um familju- og arvarættin í høvuðsheitum, eitt nú um familju- og arvarættin sum føroyskt sermál.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærarum. Eftir umstøðunum verða næmingavenjingar og -framløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna:
- sýna ítøkiliga og breiða vitan um evnið og kunna greina ta lóggávu, venju og ástøði, ið knýtir seg at rættarøkinum familju- og arvarætti.
- greiða frá berandi fyrilitum og grundgeving fyri einstøku reglunum og prinsippunum í familju- og arvarætti.
- grundað á rættarkeldurnar í økinum at samskipa og greina ítøkiligar familju- og arvarættarspurningar.
- grundgeva greitt og neyvt fyri, hvussu ein ítøkiligur familju- og arvarættartrupulleiki kann fyribyrgjast ella loysast.
- duga at velja millum fleiri ymiskar loysnir á fakliga væl grundgivnan hátt.
- Miðla og orða vitan og argument á greiðan hátt, málsliga rætt og væl framborið.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka upp á 4 tímar. Tann lesandi hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar við frá undirvísingini. Fortreyt fyri at sleppa til roynd er, at tann lesandi hevur latið heimauppgávu inn miðskeiðis í skeiðnum, sum er blivin góðkend av undirvísarunum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfarssavn til familju- og arvarætt við brotum úr fakbókum, úrskurðum, forarbeiðum frá lógaruppskotum o.ø, tøkt á Moodle-skipanini undan undirvísing. Kravdur lesnaður umleið 500 síður.
Ábyrgd
Bárður Larsen