2832.19 - Løgfrøðilig fatan


Skeiðsnummar
2832.19
Heiti
Løgfrøðilig fatan
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleika.
Endamál
At veita innlit í ymsa fatan og menning í tulkingarlæru, rættarkeldulæru og løgspeki. Fakið er ætlað løgfrøðilesandi, umframt øðrum við siðsøguligum og stjórnarligum áhuga.
Innihald
Skeiðið leggur serligan dent á rættarkeldulæru og tulking, serliga trupul mál, og ymisk løgspekilig rák og hvussu hesi ávirka venju í ymsum tíðarskeiðum, stovnum og høpum. Skeiðið fevnir um hesi ítøkiligu evni: - Hvat er løgspeki, og hvør er munurin á løgspeki og rættarkeldulæru (rættarlæru)? - Normlæru, serliga munin á reglum, standardum og prinsippum. - Lýsing av siðbundnu rættarkeldunum. - Lógartulking í ástøði og venju. - Munin á siðvenjulóg og samtyktari lóg og fortreytunum fyri hesum. - Løgfrøðilig argumentatión og retorikkur. - Natúrrætt og rættarpositivismu. - Pragmatismu. - Realismu. - Trupul mál. - Munin á at tulka og fylla út.
Læru- og undirvísingarhættir
Uml. 60 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærara og venjingum í tímanum.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -Greiða frá týðandi rákum í løgfrøðiligari heimspeki og venju. -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum, sum eyðkenna ymsu tíðarskeiðini, rákini og byltingarnar. -Greiða frá týdninginum av ymiskligum løgfrøðiligum fatanum fyri borgara, fyrisitara, stjórn, ting, dómstólar og aðrar stovnar, eisini kommunalar, samveldis og millumtjóða. - Vísa eina fatan av týdninginum fyri tulking og rættarskapan, sum er knýttur at tí veruleika, at rættarnormar kunnu býtast millum reglur, standardir og prinsippir. -Leggja fram og føra próvgrundir við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu fatanunum, rákunum og venjunum. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 4 tímar telur 2/3, heimauppgáva telur 1/3 av próvtalinum. Fortreyt fyri at fara til roynd er, at tann lesandi hevur staðið heimauppgávuna, mett sum sjálvstøðugt avrik. Til endaligu royndina er alt skeiðstilfar tøkt, og atgongd er til net.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bárður Larsen: Tilfarssavn – tøkt undan undirvísing á Moodle. Kravdur lesnaður liggur millum uml. 600 og 700 síður. Tilfarssavnið fevnir yvir m.a. úrskurðir, greinar og bókakapitlar eftir hesar høvundar: H.L.A. Hart, Lon L. Fuller, Ronald Dworkin, Frederick Schauer, Brian Z. Tamanaha, Sverre Blandhol, Lawrence B. Solum, Peter Høilund og Henrik Zahle.
Ábyrgd
Bárður Larsen