2833.19 - Avtalurættur


Skeiðsnummar
2833.19
Heiti
Avtalurættur
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi eitt grundleggjandi innlit í vanligan avtalurætt. Skeiðið er grundleggjandi fyri onnur fakøki í sokallaðum fíggjarrætti (formúurætti), ið verða lærd seinni á útbúgvingini.
Innihald
Avtalurættur sum rættarøki snýr seg um, hvussu og í hvønn mun vanligir persónar og feløg (løgfrøðiligir persónar) kunnu lata seg binda móti hvørjum øðrum til slíkt sum at rinda pening, veita eina vøru ella tænastu. Avtalurættur hevur sum grundarlag, at tann einstaki hevur sjálvræði at ráða og gera avtalur ella lata vera. Kortini er avtalurætturin ikki einans privatur, tí er gildug avtala fyrst gjørd, kann partur, ið av órøttum vil loysa seg frá avtaluni, tvingast av dømandi og útinnandi valdinum til at fylgja avtaluni. Skeiðið fevnir í høvuðsheitum um hesi evni í avtalurætti: - Hvussu bindandi avtalur verða gjørdar (tilboð og góðtøka o.a.). - Hvussu avtalur verða tulkaðar og fyltar út. - Orsakir til, at avtalur gerast ógildugar. - Reglurnar um sambandið millum fulltrúa og fulltrúgeva. - Reglurnar um aðrar millummenn millum avtalupartar.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fevnir um umleið 40 vanligar undirvísingartímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar, uppgávur og kjak.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna: - Kenna rættarkeldurnar innan avtalurætt, serliga lóggávu og úrskurðarvenju. - Hava kunnleika til grundleggjandi avtalurrættarligar reglur og prinsipp og tey endamál og virði, ið liggja undir. - Kenna og duga at nýta ymiskar meginreglur av týdningi fyri at tulka og fylla út avtalur. - Orða uppskot til avtalur og úrskurðir til tess at fyribyrgja ósemju ella loysa ítøkilig mál. - Velja millum fleiri ymiskar loysnir í ítøkiligum málum, har hetta er viðkomandi, á fakliga væl grundgivnan hátt. - Miðla og orða avtalurættarliga vitan og argument á greiðan hátt, málsliga rætt og væl framborið.
Próvtøkuháttur
Tvær fleirvalaroyndir (multiple choice) upp á 1 tíma hvør, ávikavist tíðliga og miðskeiðis í skeiðnum, telja 1/3. Skrivlig roynd upp á 4 tímar telur 2/3. Fortreyt fyri at sleppa til endaliga skrivliga roynd er, at tann lesandi hevur møtt til báðar fleirvalaroyndirnar og samanlagt, mett sum samlað sjálvstøðugt avrik, fingið minst 02. Tann lesandi hevur atgongd til net og loyvi at hava lestrartilfar og annað tilfar frá undirvísing við til endaliga roynd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kravdur lesnaður er uml. 500 síður av hesum tilfari: Lennart Lynge Andersen & Palle Bo Madsen, Aftaler og mellemmænd, 7. útg., KarnovGroup, 2017. Úrskurðir og annað tilfar til avtalurætt, tøkt á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Bárður Larsen