2837.19 - Rómverjarættur


Skeiðsnummar
2837.19
Heiti
Rómverjarættur
ECTS
5
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Skeiðið er eitt skeið í kontekstualiserandi partinum av bachelorútbúgvingini í lóg. Ætlanin við skeiðnum er at seta verandi rættarskipan — serliga ta skandinavisku, har danska og føroyska skipanin má bólkast undir — í breiðari høpi og síggja hana í ljósinum av tí týdningi, sum rómverjarætturin hevur havt sum kelda til grundleggjandi bygnaðin í europeiskum rætti, serliga innan sokallaðu sivilu siðvenjuna (Civil Law). Skeiðið er tískil ætlað at breiðka útsýnið hjá lesandi og geva betri fatan av grundleggjandi hugtøkum, meginreglum og venju í føroyskt-donsku rættarskipanini, ið eisini er ávirkað av rómverjarætti.
Innihald
Skeiðið gevur yvirskipað innlit í rómverjarættin og sivilu rættarskipanina, ið er ment á hesum grundarlagi — íroknað ávirkanina á skandinaviskan rætt — síðan Rom í forntíðini og fram at okkara døgum. Rómverskar rættarkeldur, hugtøk og rættargangur verða gjøgnumgingin, og vitjað verður til rómverskan avtalurætt, kravrætt og felagsrætt í Rom og í modernaðum savnslógum.
Læru- og undirvísingarhættir
Lesandi fara at nema sær vitan um rómverjarætt umvegis lesievni, fyrilestrar, samvirkið kjak og vegleiðing knýtt at vanligu undirvísingini. Undirvísing verður sum fyrilestrar og samvirkið kjak og vegleiðing og fer at leggja dent á sambandið millum einstøk mál og skipanina og øvugt skipanina og einstøk mál: hvussu einstøk mál uppbyggja skipanina, og hvussu skipanin ávirkar einstøk mál. Undirvísingin er lagað til 2. árs lesandi uttan stórvegis kunnleika til løgsøgu frammanundan.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/førur fyri at: - Lýsa ogna sær vitan um grundleggjandi partar av og meginreglur fyri rómverskum privatrætti (millum 8. øld f.kr. og 6. øld e.kr) - Greiða frá rættarkeldunum og týdningarmestu stovnunum og skipanunum, og hvussu hesi eru ment gjøgnum søguna. - Meta um verandi rættarskipanir, stovna og venjur og teirra menning í ljósi av ávirkanini frá rómverjarætti. - Meta um spurningar, ið taka støði í stóru og aldargomlu kjakunum millum rómverjarættarløgfrøðingar og stóra ymiskleikanum í áskoðanum teirra millum. - styrkja samskiftisførleikarnar við at skilja, hvussu løgfrøðimálið er serstakt, og hvussu orð, orðingar og hugtøk eru ment við íblástri frá rómverjarætti.
Próvtøkuháttur
Próvdømingin verður grundað á trý sløg av metingum: 1) eina fleirvalaroynd í fyrstu undirvísingarviku, viku 36, fevnandi um lesievni til fyrstu undirvísingarviku, sum skal lesast frammanundan (20%); 2) ein fleirvalaroynd í viku 38 grundað á lesievni, undirvísing og kjak og tímaluttøku fyrstu tríggjar vikurnar (40%); 3) ein 5-daga tak-heim-við roynd, ætlað at eftirmeta skipaðu og meira víðfevndu fatan av skeiðnum, ið lesandi hava tilognað sær (40%).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lesiætlanin stendur í útvaldum pørtum av Andrew Borkowski & Paul du Plessis. Borkowski's Textbook on Roman Law, 6. útg. , 2020, ella eldri útgávu.
Ábyrgd
Bárður Larsen