2841.19 - Føroyskur stjórnarskipanarrættur I


Skeiðsnummar
2841.19
Heiti
Føroyskur stjórnarskipanarrættur I
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi vitan og førleikar, sum nærri lýst niðanfyri, í føroyskum stjórnarskipanarrætti innan fyri serliga heimastýrisskipanina og mannarættindini í ríkisgrundlógini.
Innihald
Skeiðið er býtt í tveir høvuðspartar: Partin um heimastýrisskipanina og partin um mannarættindi í donsku grundlógini. Parturin um heimastýrisskipanina byrjar við eini lýsing av ríkisrættarstøðu Føroya í søguligum ljósi. Eftir hetta verða forsøga og forarbeiði til heimastýrislógina viðgjørd. Síðan fylgir ein innihaldslig lýsing av einstøku ásetingunum í heimastýrislógini og yvirtøkulógini og uttanríkispolitisku heimildarlógini frá 2005. Harnæst verða gjøgnumgingnar og viðgjørdar ymiskar áskoðanir á, hvørja prinsipiella støðu Føroyar hava í danska ríkinum. Týðandi er eisini lýsingin av, hvussu heimastýrisskipanin broyttist grundleggjandi við sokallaðu yvirtøkulógini og uttanríkispolitisku heimildarlógini í 2005. Háttalagsligir spurningar sum rættarkeldur og hvussu stjórnarskipanarlógir verða, og eiga at verða, tulkaðar, koma eisini til viðgerðar í fyrra parti. Í seinna partinum um mannarættindi eftir ríkisgrundlógini verða nøkur av mest týðandi rættindunum eftir grundlógini gjøgnumgingin. Hesi eru talufrælsi, ognarrættur, rættur til frælsi og bústað, felagsfrælsi og savningarfrælsi. Eisini vera háttalagsspurningar, sum eru serstakir fyri mannarættindi, viðgjørdir og mettir um.
Læru- og undirvísingarhættir
Millum 40 og 50 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, studentaframløgur, kritiskt kjak og greining av ymiskum lestrarevnum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal hin lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá ríkisrættarstøðu Føroya í søguligum ljósi. - Greiða frá ymiskum fatanum av læruni um ríkiseindina og sokallaðu delegatiónsteoriina og duga at greiða frá, hvat grundarlag hesar hava í grundlóg o.ø. rættarkeldum. - Greiða innihaldsliga frá heimastýrislóg og yvirtøkulóg og uttanríkispolitiskari heimildarlóg. - Greiða frá nýskipanini í 2005, og hví henda hevði verkligan og prinsipiellan týdning. - Lýsa sereyðkennini fyri tulking av stjórnarskipanarlógum og hvussu sambandið er millum rætt og politikk á hesum øki. - Greiða frá innihaldi og týdningi av mest týðandi mannarættindaásetingum í donsku grundlógini. - Greiða frá týdninginum av, at einstøk mannarættindi mugu javnviga við onnur rættindi og onnur áhugamál. - Greiða frá serligum tulkingaravbjóðingum viðvíkjandi mannarættindum, íroknað týdningin av at fata mannarættindini sum prosessrætt heldur enn innihaldsligan rætt. - Miðla og orða vitan og grundgevingar fakliga og málsliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Fleirvalaroynd tíðliga í skeiðnum telur 20%. Bundin heimauppgáva upp á 24 tímar miðskeiðis í skeiðnum telur 30%. Skrivlig roynd upp á 4 tímar, tá skeiðið endar, telur 50%. Eitt samlað próvtal verður givið. Fortreyt fyri at fara til roynd er kortini, at tann lesandi hevur staðið allar tríggjar royndir hvørja sær, um tær verða mettar sum sjálvstøðugt avrik.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bárður Larsen & Kristian Joensen Tilfarssavn – tøkt undan undirvísing á Moodle. Kravdur lesnaður liggur millum uml. 800 og 900 síður, men partar, eitt nú um søguligt bakstøði, verða lisnir leysliga. Tilfarssavnið fevnir um m.a. úrskurðir, lógir og lógarforarbeiði, greinar og bókakapitlar eftir hesar høvundar: Kára á Rógvi, Jákup Thorsteinsson, Frederik Harhoff, Alf Ross, Kristian Joensen, Bárð Larsen, Jens Peter Christensen, Robert F. Williams, Max Sørensen, Ole Spiermann, Poul Meyer, Edward Mitens, Jens Hartig Danielsen, Peter Germer, Frederick Schauer, Henrik Zahle og Boštjan M. Zupančič.
Ábyrgd
Bárður Larsen