2844.19 - Tinglýsing og veð


Skeiðsnummar
2844.19
Heiti
Tinglýsing og veð
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi vitan og førleikar, sum nærri lýst niðanfyri, í tinglýsing og veð.
Innihald
Skeiðið er deilt í tveir høvuðspartar, tinglýsing og veð. Skeiðið verður skipað soleiðis, at undirvísing í tinglýsing og veð í ávísan mun fer fram samstundis, soleiðis at tann lesandi ígjøgnum undirvísingina fær grundleggjandi vitan um ástøðiliga og praktiska samspælið millum tinglýsing og veð. Parturin um tinglýsing fevnir m.a. um: - gjøgnumgongd av tinglýsingarlógini o.ø. viðkomandi reglum. - Tinglýsing sum funktión í samfelagnum og millum partar. - Grundleggjandi krøv og hugtøk. - Hvørji rættindi kunnu og skulu tinglýsast, herundir hugtakið fastur eigindómur, bygningur á leigugrund v.m. - Hvussu tinglýsing fer fram í praksis, herundir hvørji krøv verða sett til skjøl, ið verða tinglýst, um hvussu tinglýsingin kannar og viðger skjalatilfar, ið verður sent til tinglýsingar, um treytaða tinglýsing. - Tinglýsing viðvíkjandi leysafæ og onnur tinglýsing. - Tinglýsing í akfarsbókini. - Tinglýsing í persónbókini. - Rættarvirknaður av at tinglýst verður. Parturin um veð fevnir m.a. um: - Lýsing av hvat veðrættindi eru. - Veðrættindi og persónlig skuld. - Veð og trygdaratgerðir (sikringsakt). - Nágreining og eyðmerking av tí veðsetta. - At avhenda veðrættindi. - At veðrættindi halda uppat. - Viðurskiftini millum veðsetara og veðhavara. - Veðbrøv í fastari ogn. - Veðrættindi í tilhoyri og staklutum. - Viðurskiftini millum fleiri veðhavarar við veð í fastari ogn. - Veð í leysafæ, herundir akfarsbókin og persónbókin. - Virkisveð og kravsveð. - Eftirhaldsrættur.
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, studentaframløgur, kritiskt kjak og greining av ymiskum lestrarevnum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá týðandi tinglýsingarligur og veðrættarligum grundhugtøkum og rættarreglum og innanhýsis samanhangi teirra. - Greiða frá atlitum aftanfyri og grundgevingum fyri týðandi tinglýsingarligur og veðrættarligum grundhugtøkum og rættarreglum. - Eyðmerkja tinglýsingarligar og veðrættarligar trupulleikar í ítøkiligum málum og rættarósemjum. - Greina og meta um grundgevingar fyri og ímóti ymiskum loysnum á truplum tinglýsingarligur og veðrættarligum málum og gera væl undirbygda niðurstøðu. - Miðla og orða vitan og grundgevingar innan tinglýsing og veð fakliga og málsliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Ein fleirvalaroynd miðskeiðis í skeiðnum telur 1/3. Skrivlig roynd á 4 tímar telur 2/3, tá skeiðið endar. Fortreyt fyri at fara til endaliga skrivliga roynd er, at fleirvalaroyndin er staðin, mett sum sjálvstøðugt avrik, og fortreytin fyri at standa skeiðið er, at eisini endaliga skrivliga royndin er staðin, mett sum sjálvstøðugt avrik. Eitt samlað próvtal verður givið fyri báðar partar av royndini.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Hans Willumsen, Lærebog i tinglysning, 3. útgáva, Jurist- og Økonomiforbundets Forlag 2004. Bent Iversen, Panteret i fast ejendom og løsøre, Thomson GAD Jura, 1. útgáva 2000. Annað tilfar, so sum úrskurðir og lóggávuforarbeiði, verður tøkt undan undirvísing á Moodle. Samlaður lesnaður umleið 400-500 síður.
Ábyrgd
Bárður Larsen