2847.19 - Revsirættur og revsirættargangur


Skeiðsnummar
2847.19
Heiti
Revsirættur og revsirættargangur
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi eitt grundleggjandi innlit í revsirættin og revsirættargangin, her uppií reglur, meginreglur og venjur til tess at tey lesandi fáa grundleggjandi fortreytir fyri at arbeiða við lógarøkinum um brotsliggerð, revsitiltøk og revsimálsviðgerð.
Innihald
Skeiðið fevnir m.a. um hesi evni: - Endamálið við revsirættinum – revsiástøði. - Grundprinsipp í almenna revsirættinum, so sum: o Legalitetsprinsippið og tulkingarmeginreglur. - Fortreytir fyri revsiábyrgd av objektivum og subjektivum slag, so sum: o Viðvirkan og brotsroynd. - Revsisloysisgrundir, sum: o Neyðverju. o Neyðrætt. o Samtykki. - Meginreglur um revsikarmar og áseting av revsing. - Serstaka revsirættin (einstøk brotsverk – delikt) í úrvali, eitt nú: o Brotsverk í familjuni og kynslig brotsverk. o Fíggjarlig brotsverk. - Týðandi partar av reglunum um revsirættargang í sambandi við løgregluarbeiði, ákæru og dómsviðgerð
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40 tímar floksundirvísing. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur frá lesandi, kritiskt kjak og greining av ymiskum lestrarevnum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - Greina lóggávuna, venju og ástøði. - Greiða frá innihaldi og orsøkunum aftanfyri yvirskipað revsirættarlig prinsipp og hugtøk. - Eyðmerkja og greina viðkomandi rættarkeldur. - Viðgera ítøkilig mál. - Eyðmerkja og skilja ímillum viðkomandi sløg av brotsverkum (deliktum), fortreytir fyri revsiábyrgd, treytir fyri inntriv o.a. - Duga sakliga og fakliga at gera tilmæli til loysnir/avgerðir - Bera væl sína vitan og grundgevingar fram bæði málsliga og fakliga á skipaðan og samanhangandi hátt.
Próvtøkuháttur
Ein bólkaframløga við tilhoyrandi skrivligt avriki miðskeiðis á skeiðnum telur 25%. Skrivlig roynd á 4 tímar telur 75%, tá skeiðið endar. Fortreyt fyri at fara til endaliga skrivliga roynd er, at miðskeiðisroyndin er staðin, og fortreytin fyri at standa skeiðið er, at eisini endaliga skrivliga royndin er staðin. Eitt samlað próvtal verður givið fyri báðar partar av royndini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Gorm Toftegaard Nielsen og Nicolaj Sivan Holst, Straffesagens gang, 7. udgave 2020 (ella seinni útgáva). Knud Waaben, Strafferettens almindelige del, ansvarslæren, 6. reviderede udgave, 2015 (ella seinni útgáva). Annað tilfar, herímillum greinar og dómar, tøkt á Moodle undan undirvísing. Samlaður lesnaður uml. 550-600 síður. Sí nærri lesiætlan tøk á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Bárður Larsen