2848.19 - Altjóða lóg


Skeiðsnummar
2848.19
Heiti
Altjóða lóg
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi alment innlit í altjóða lóg við serligum denti á sáttmálarætt, altjóðarættarkeldur, ástøði um altjóða lóg og hugtakið fullveldisríki í altjóða lóg.
Innihald
Skeiðið verður býtt upp í fleiri yvirskipað evni, sum saman eru bulurin í altjóða lóg. Hesi eru altjóðarættarkeldur, viðurskiftini millum altjóða lóg og innlendis rætt, krøvini fyri at verða fullveldisríki og fáa viðurkent altjóðarættarsubjektivitet, sáttmálarættur, altjóða trætuloysisskipanir, ábyrgd hjá statum, virkandi lóg hjá altjóða felagsskapum, umframt eisini havrætt. Ítøkiliga verður komið inn á hesi viðurskifti: • Fortreytir fyri, at ein semja (skrivlig ella munnlig) kann metast at verða kelda í altjóðarætti. • Fortreytir fyri altjóða siðvenjurætti. • Almennar rættarreglur sum keldur til altjóðarætt. • Grundreglur, ið binda fullveldisríki uttan mun til innlendis rætt. • Altjóðarættarsubjektivitetur. • Hvørjar tættir avgera um eitt land er eitt fullveldisríki. • Grundleggjandi tættir í sáttmálarætti. • Tulkingarreglur í altjóðarætti. • Viðurskifti, ið avgera, hvussu og í hvønn mun eitt fullveldisríki kann ábyrgjast altjóðarættarliga • Grundleggjandi reglur, ið virka fyri at loysa millumtjóða trætir. • Atgongd hjá vanligum persónum at ábyrgja Fullveldisríki altjóðarættarliga. • Altjóða felagsskapir og teirra rættarsubjektivitetur. • Høvuðsskipanir í Sameindu Tjóðum • Ræðisrættindi hjá strandalondum at troyta tilfeingi í búskaparøkinum. • Landgrunnur í altjóða lóg. • Ástøði um altjóða lóg og ymisku leiklutir hjá altjóðarættarløgfrøðingum.
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40-45 flokstímar. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og verður umframt í stóran mun grundað á kjak og uppgávur í tíma grundað á samrøðu millum lesandi og lesandi og undirvísara.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi verða før fyri at: - Greiða frá altjóða lóg, rættarkeldum, heimildum, stovnum og trætuskipanum. - Sýna ítøkiliga og breiða vitan um og fatan av innihaldsligu evnunum í altjóða lóg - Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum og menning gjøgnum siðvenjulóg. - Greina avbjóðandi løgdømis viðurskifti í sambandi við loysn av millumtjóða trætum. - Greiða frá venju hjá royndarstovnum. - Duga at nýta altjóða lóg í verki. - Greina ta menning, ið sæst ella er væntandi á ymsum økjum innan altjóða lóg. - Leggja fram við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu ásetingunum, siðvenjunum og mentu venjunum.
Próvtøkuháttur
Ein fleirvalaroynd tíðliga til miðskeiðis í skeiðnum telur 25%. Skrivlig roynd á 4 tímar, tá skeiðið endar, telur 75%. Fortreyt fyri at fara til endaliga skrivliga roynd er, at fleirvalaroyndin er staðin, og fortreytin fyri at standa skeiðið er, at eisini endaliga skrivliga royndin er staðin. Eitt samlað próvtal verður givið fyri báðar partar av royndini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bjørn Kunoy: Tilfarssavn til Altjóða lóg – tøkt á Moodle undan undirvísing. Millum 800 og 900 síður.
Ábyrgd
Bjørn Kunoy