2850.21 - Familju- og arvarættur


Skeiðsnummar
2850.21
Heiti
Familju- og arvarættur
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at veita innlit í grundleggjandi familju- og arvarættarligar reglur, prinsipp og venjur fyri at gera lesandi før fyri at greiða frá, kenna og viðgera grundleggjandi spurningar í familju- og arvarætti.
Innihald
Familjurættur snýr seg um galdandi rætt í familjurætti, íroknað: - Ásetingar um at ganga saman í hjúnalag. - Rættarstøðuna millum persónar í hjúnalagi, eitt nú ásetingar um uppihaldsskyldu, ognarviðurskifti og sáttmálar millum hjún. - Rættarstøðuna í sambandi við sundurlesing og hjúnaskilnað, herundir løgfrøðiliga viðkomandi orsakir, og ásetingar viðvíkjandi at skifta búgv. - Rættarstøðuna hjá ógiftum samlivandi, m.a. í sambandi við samlívsslit. - Viðkomandi ásetingar viðvíkjandi børnum, eitt nú faðirskap, foreldramyndugleiki, rættur til samveru og uppihaldsskylda. Arvarættur snýr seg um rættarstøðuna í tilknýti til ognir hjá persóni í sambandi við deyða, eitt nú: - Rætturin til ættararv. - Rætturin hjá hjúnafelaga til arv. - Testamenti og deyðsgávur. - Rætturin til at siga arv frá sær (arvafrásøgn). - Kvantitativt og kvalitativt býti av arvinum. Umframt gjøgnumgongd av omanfyri nevndu evnum, byrjar skeiðið við eini innleiðslu, ið snýr seg um familju- og arvarættin í høvuðsheitum, eitt nú um familju- og arvarættin sum føroyskt sermál.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærarum. Eftir umstøðunum verða næmingavenjingar og -framløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna: - sýna ítøkiliga og breiða vitan um evnið og kunna greina ta lóggávu, venju og ástøði, ið knýtir seg at rættarøkinum familju- og arvarætti. - greiða frá berandi fyrilitum og grundgeving fyri einstøku reglunum og prinsippunum í familju- og arvarætti. - grundað á rættarkeldurnar í økinum at samskipa og greina ítøkiligar familju- og arvarættarspurningar. - grundgeva greitt og neyvt fyri, hvussu ein ítøkiligur familju- og arvarættartrupulleiki kann fyribyrgjast ella loysast. - duga at velja millum fleiri ymiskar loysnir á fakliga væl grundgivnan hátt. - Miðla og orða vitan og argument á greiðan hátt, málsliga rætt og væl framborið.
Próvtøkuháttur
Fleirvalaroynd tíðliga til miðskeiðis á skeiðum telur 1/4. Endalig skrivlig próvtøka upp á 4 tímar telur 3/4. Tann lesandi hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar við frá undirvísingini. Fortreyt fyri at sleppa til endaliga skrivliga roynd er, at tann lesandi hevur møtt til fleirvalaroynd og staðið hesa.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfarssavn til familju- og arvarætt við brotum úr fakbókum, úrskurðum, forarbeiðum frá lógaruppskotum o.ø, tøkt á Moodle-skipanini undan undirvísing. Kravdur lesnaður umleið 500 síður.
Ábyrgd
Bárður Larsen