2851.23 - Grundskeið í lóg


Skeiðsnummar
2851.23
Heiti
Grundskeið í lóg
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi eina grundleggjandi og háttalagsliga innleiðslu í løgfrøði og endamálið við hægri útbúgving, serliga løgfrøði, so at tey lesandi eru fyrireikað til víðari lesnað á løgfrøðiligu útbúgvingini.
Innihald
Skeiðið er eitt háttlagsskeið og ein inngangur til løgfrøði, ið nertir við eina røð av grundleggjandi tættum, ið antin eru beinleiðis týðandi ella hava týdning sum fortreyt fyri at lesa (løgfrøði). Ítøkiliga fevnir skeiðið m.a. um: - Ymiskar pedagogiskar tilgongdir til tað at lesa (løgfrøði). - Um hægri útbúgving er mál í sær sjálvum ella stendur í onkrari tænastu. - Hvat endamálið er við løgfrøðiútbúgving, bæði sum heild og í lítlum samfelag sum tí føroyska. - Hvør rollan hjá løgfrøðingum er ella eigur at vera. - Grundleggjandi (rættar)heimspekilig hugtøk. - Grundleggjandi hugtøk og meginreglur í rættarskipanini. - Yvirlit yvir lóggávu og almennar stovnar. - Um rættarkeldurnar og at finna lóg og rættarkeldur. - Hvussu løgfrøðiligt mál er serstakt sammett við annað (gerandis)mál. - Hvussu normarnir, ið finnast í lógarmáli, kunnu bólkast ymiskt, og hvønn týdning hesar skilmarkingar hava. - Serligar háttalagsligar avbjóðingar í sambandi við at tulka lógir og aðrar rættarkeldur.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fevnir um uml. 50 vanligar undirvísingartímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar, uppgávur og kjak.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna: - Greiða frá muninum á ymiskum pedagogiskum tilgongdum, serliga siðbundnari frálæru, og so henni, sum roynir at loysa trupulleikar við tí aktiva lesandi í miðdeplinum. - Greiða frá endamálinum við hægri útbúgving sum heild og við serligum denti á løgfrøði. - Reflektera yvir tann leiklut, sum løgfrøðingar hava og eiga at hava í samfelagnum. Greiða frá týdninginum av, at rættarskipanin er býtt millum privatan og almennan rætt. - Greiða frá týdninginum av, at rættarskipanin er skipað við ymiskum sløgum av normum (ásetingum) og ymiskum sløgum av stovnum. - Finna lóg í einfaldari leiting á kendastu leitimiðum. - Greiða frá yvirskipað, hvussu rættarskipanin er býtt í ymisk rættarøki. - Greina og loysa ítøkiligar tulkingarspurningar knýttar at ymisku rættarøkjunum. - Miðla og orða vitan og grundgevingar á greiðan hátt, málsliga rætt og væl framborið.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan stendur í trimum pørtum. Ein skrivlig 48 tíma heimauppgáva í fyrru skeiðshálvu fram móti miðum skeiði telur 30%. Somuleiðis telur ein seinna 48 tíma heimauppgáva í seinnu skeiðshálvu 30%. At enda telur ein 4 tíma skrivlig roynd í endanum á skeiðnum 40%. Fortreyt fyri at sleppa til ein seinni part av royndini er, at fyrru partar av royndini eru avgreiddir til staðið. Somuleiðis er tað fortreyt fyri at standa samlaða skeiðið, at tann lesandi hevur staðið allar partar av royndini. Eitt samlað próvtal verður givið fyri allar partar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfarssavn til Grundskeið í lóg er tøkt á Moodle-skipanini undan undirvísing.
Ábyrgd
Bárður Larsen