2836.19 - Fyrisitingarlóg


Skeiðsnummar
2836.19
Heiti
Fyrisitingarlóg
ECTS
10
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi førleika.
Endamál
At veita innlit í føroyska fyrisitingarlóg, serliga í tær mongu lógkeldurnar á økinum, ið merkt er av ymsum rættarskapandi stovnum, Løgtingi og fyrisiting, samveldisstovnum, vanligu rættarskipanini, serligum trætustovnum og kærunevndum og ikki minst Løgtingsins Umboðsmanni, sum tilsamans orða tinglógir, kunngerðir, kæruavgerðir, úrskurðir, dómar og álit. Harumframt eru á hesum øki sera nógvar bókmentir ið hava stóra ávirkan
Innihald
Skeiðið byrjar við at ganga ígjøgnum hugtøk og háttalag viðkomandi fyri fyrisitingarlóg, eisini mótini við onnur lógøki. Síðani verða viðgjørd evnini søga, skipan og størv, at veita innlit, at fyrisita formliga, at fyrisita sakliga, kommunal fyrisiting og at royna fyrisitingarlóg. Fyri hvørt av evnunum verða tikin fram mong dømi um fyrisitingarlóg í verki og praktiskar avbjóðingar, har tey lesandi verða kunnaði um, hvussu fyrisitingarligar meginreglur mýkja ætlanir og heimildir hjá stovnum og rættindum og virksemi hjá borgarum.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og venjingum. Møguliga verða studentaframløgur eisini.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -Greiða frá fyrisitingarlóg, lógkeldum, heimildum, stovnum og trætuskipanum. -Sýna ítøkiliga og breiða vitan um og fatan av innihaldsligu evnunum søgu, skipan, størv, innliti, formligari fyrisiting, sakligari fyrisiting, kommunalari fyrisiting og fyrisitingarligari roynd í føroyskum høpi. -Greiða frá týdninginum av samveldisstøðu Føroya í hesum høpi, hvørja ávirkan donsk og altjóða lóg og hvørjar heimildir danskir og altjóða stovnar hava í føroyskari fyrisitingarlóg. -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum, eisini týdninginum av mennandi venju og ymsum sløgum av siðvenju. -Greiða frá grundleggjandi og serligum rættindum borgaranna í almennari fyrisiting. -Greiða frá heimildum og venju hjá ymsu trætustovnunum og høvinum hjá pørtunum at nýta hesar stovnar. -Greiða frá týdninginum av fyrisitingarlóg fyri einstaka stovnin og borgaran, eisini kommunum og óheftum stovnum. -Greina truplar fyrisitingarlógligar avbjóðingar við innliti í og fatan av øllum viðkomandi sløgum av lógkeldum. -Leggja fram og føra við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu ásetingunum, siðvenjunum og mentu venjunum. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 4 tímar telur 2/3, heimauppgáva telur 1/3 av próvtalinum. Fortreyt fyri at fara til roynd er, at tann lesandi hevur staðið heimauppgávuna, mett sum sjálvstøðugt avrik. Skeiðstilfar er tøkt til endaliga roynd, og atgongd er til net.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kravdur lesnaður er uml. 500 s. av hesum tilfari: Kári á Rógvi & Bárður Larsen, Fyrisitingarlóg (lærubók), 2. útg. 2012. Úrskurðir, greinar og annað tilfar til fyrisingarlóg, tøkt á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Kristian Joensen