B.Sc. í maskinfrøði
- Lestrartíð 1¼ ár fulltíðarlestur
- Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
- Tal á Lesandi Uml. 10
- ECTS 210*
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
*Maskinmeistaraprógv 135 ECTS + bachelorlestur 75 ECTS
Endamál
At geva tí lesandi kunnleika til støddfrøði, náttúruvísindi og tøknifrøði á bachelorstigi og møguleika fyri framhaldandi útbúgving.
Bygnaður
Fulltíðarlestur (við fyrivarni fyri smærri broytingum):
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva |
Støddfrøði 1 10 ECTS |
Støddfrøði 1 10 ECTS |
Støddfrøði 2 7,5 ECTS |
Stýrisverkfrøði 5 ECTS |
Hagfrøði 7,5 ECTS |
Bachelorverkætlan 7,5 ECTS |
Innleiðandi forritan í Matlab 5 ECTS |
Evnafrøði 5 ECTS |
|
Vallærugrein 10 ECTS |
Bachelorverkætlan 7,5 ECTS |
|
|
Skipan av útbúgvingini
Útbúgvingin er skipað sum fulltíðarlestur í 1¼ ár. Flestu skeiðini eru samskipað við útbúgvingina til BSc í verkfrøði.
Innihald
Innihaldið er serliga verkfrøðilærugreinar, sum maskinmeistarin ikki longu hevur havt.
Undirvísing
Undirvísingin gongur fyri seg á føroyskum, donskum og enskum, og er tilfarið eisini á hesum málum.
Próvtøkur
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.
Upptøkutreytir
Upptøkutreytin er at hava staðið maskinmeistaraprógv eftir kunngerð nr. 106 frá 15. september 2005; “Støddfrøði 3" ella “Støddfrøði A” skal vera staðið við minst 8 eftir 13-talsstiganum ella 4 eftir 7-talsstiganum.
Maskinmeistarar útbúnir eftir kunngerð nr. 129 frá 14. september 1992 kunnu vera tiknir upp, um kunnleikin í støddfrøði er nóg góður, t.d. um teir hava staðið Støddfrøði A á miðnámi ella hava minst 9 í miðal eftir 13-talsstiganum.
Aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi kunnu góðtakast eftir nærri meting.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur tí lesandi grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.
Framhaldandi útbúgving
Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina er møguleiki at útbúgva seg víðari á øðrum universitetum kring heimin, t.d. til cand.polyt. á Danmarks Tekniske Højskole.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda sær til Benadikt Joensen, námslektara, benadiktj@setur.fo.