3122.17 - Stýriverkfrøði


Skeiðsnummar
3122.17
Heiti
Stýriverkfrøði
ECTS
5
Fortreytir
3103 Støddfrøði 1 3117 Innleiðandi elfrøði
Endamál
At geva studentinum grundleggjandi skil fyri modellering og design innan stýriverkfrøði.
Innihald
Grundlleggjandi hugtøk fyri stýriskipanir og afturkopling. Modell fyri veruligar skipanir. Linearisering. Differentiallíkningar. Laplace-transformatión og yvirføringsfunktiónir. Analysa av rótkurvum og frekvensanalysa. Stabilitetur. Grundleggjandi dimensionering. Standardregulatorar og kompensatorar. Teoriir og metodur lýstar við roknidømum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar og verkætlanarleidd undirvísing.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin kunna • brúka leitandi mátar at designa PID-stýringar, • brúka frekvensanalysu at designa stýringar, herundir PID-, lead-, lag- og feed forward-stýringar, • útleiða modell fyri dynamiskar skipanir og skriva tey støddfrøðiliga, eisini sum blokkdiagramm, • viðgera modellini støddfrøðiliga, herundir linearisera ikki-lineerar differentialligningar, • finna modelparametrar út frá mátingum, • brúka blokkdiagramm til at lýsa modell fyri stýriskipanir uttan og við afturkopling, • meta um sambandið millum karakteristiskar parametrar og tíðar- og frekvensrespons, • analysera skipanir við og uttan afturkopling út frá yvirføringsfunktiónum, • skilja og brúka hugtøk sum stabilitetur, stabilitetsmarga, uppvinding, yvirsving og stationert frávik, • skilja týdningin av órógvi og viðkvæmi fyri tí, • meta um og velja stýrisløg.
Próvtøkuháttur
- Skrivligar starvsstovufrágreiðingar (staðið/ikki staðið). - Skrivlig próvtøka eftir lokið skeið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Reguleringsteknik, 5. udgave, O. Jannerup, P. H. Sørensen, Polyteknisk Forlag, 2015, http://www.polyteknisk.dk/home/Detaljer/9788750211051
Ábyrgd
Benadikt Joensen