3130.20 - Hagfrøði


Skeiðsnummar
3130.20
Heiti
Hagfrøði
ECTS
5
Fortreytir
Støddfrøði 1 (3103) og Líkindarokning (3035)
Endamál
At geva luttakarunum eina innleiðslu í hagfrøðiliga tankagongd og hættir við atliti at geva teimum fatan av tilvildarligari variatión og av brúkinum av hagfrøðiligum modellum fyri hesum. Innleiðsla til støddfrøðiligt arbeiðslag í hagfrøði. Týdningarmiklar meginreglur fyri innsavning og kanningar av data verða innførdar, herímillum hættir fyri vali av einum egnaðum modelli fyri data, estimatión, testi og verifikatión av valdum modelli. Luttakararnir læra at viðgera eina røð av einfaldum trupulleikum, som koma ofta fyri í verkfrøði og soleiðus at teir verða førir fyri at kritiskt at meta um hagfrøðiligar (empiriskar) kanningar og keldur.
Innihald
Einfaldir hættir til at gera metingar av innsavnaðum ella mátaðum data út frá grafikki ella tabellum: empirisk býti, histogram, normal-plot, box-plot. Modelformulering. Modelkontrol: kontrol av býtisfunktiónum. Brúk av serliga Poisson-, binomial-, exponential- og normalbýti. Estimatión og test av parametrum og konstruktión av konfidensintervallum í støðum, sum javnan koma fyri (miðalvirði, variansar, proportiónir). Regressiónsgreining við einum óheftum variabli og innleiðsla til variansgreiningar og kontingenstabellir. Estimatiónsástøði. Innleiðsla til simuleringsgrundaðar hættir. Innleiðsla til støddfrøðiligt arbeiðslag í hagfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá DTU, Danmark: 02403 Introduktion til matematisk statistik.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er at enda komið, skal tann lesandi kunna: • Rokna út og tulka einfaldar hagfrøðiligar støddir, herímillum miðaltal, spreiðing, varians, median og fraktilar. • Nýta einfaldar grafiskar arbeiðshættir, herímillum histogram, normal-plot og box-plot. • Eyðmerkja og lýsa líkindabýtini Poisson-, binomial-, exponential- og normalbýti. • Skilja millum val hagfrøðilig hættum. • Nýta og tulka týðandi hagfrøðilig hugtøk, so sum model, estimatión, konfidensinterval og hypotesutest. • Gera og tulka grundleggjandi simuleringsgrundaðar hagfrøðiligar útrokningar. • Gera og tulka grundleggjandi hagfrøðiligar útrokningar í 1- og 2- stikkprøva støðu umframt á taldata. • Gera og tulka grundleggjandi hagfrøðiligar útrokningar viðvíkjandi einfaldari regressión og variansgreining. • Kenna aftur og tulka viðkomandi úttak frá einum ávístum hagfrøðiligum telduforriti. • Rokna neyðuga stakroyndarstøddir í einfaldum støðum. • Meta um og kritisera empiriska
Próvtøkuháttur
Tað verður 1 minni verkætlan, sum skal standast fyri at kunna fara til ta skrivligu próvtøkuna. Tann skrivliga próvtøkan er ein 4-tíma skrivlig multiple choice test. Skeiðið er fjarlestrarskeið frá DTU, og verður próvdømt har og verður tillagað einhvørja broyting har.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Online teaching material and textbook from DTU.
Ábyrgd
Toke Meier Carlsen