3138.20 - Stýring av BLDC-drevum í verki


Skeiðsnummar
3138.20
Heiti
Stýring av BLDC-drevum í verki
ECTS
5
Fortreytir
Lesandi skulu hava staðið innleiðandi skeið frá lærdum háskúla innan elektriskar maskinur.
Endamál
At geva studentinum ástøðiligar og verkligar førleikar innan uppbygging og stýring av BLDC-drevum.
Innihald
Uppbygnaður av BLDC-drevum, t.v.s. motorum, konvertarum, Hall Effect-sensorum og stýringum. Design og konstruktión av BLDC-konvertara. Íbinding av konvertara, Hall Effect-sensorum, stýring og motori. Design av stýriforriti, implementering av forriti og stýring av BLDC-drevum. Skeiðið er í høvuðsheitum verkligt, har studenturin fær nakað av ástøði í fyrilestrum og má lesa seg til restina.
Læru- og undirvísingarhættir
Blended learning, fyrilestrar, bólkaarbeiði, starvsstovuvenjingar og verkætlanarleidd undirvísing.
Læruúrtøka
Tá studenturin hevur staðið skeiðið skal viðkomandi kunna: - Lýsa virkisháttin hjá BLDC-drevum. - Lýsa uppbygnaðin av BLDC-drevum. - Greina BLDC-motorar við mátingum. - Greina konvertarar við mátingum. - Greina signal frá Hall Effect-sensorum og brúka hesar í samband við stýring. - Byggja ein BLDC-konvertara. - Uppbyggja, forrita, royndarkoyra og gera mátingar av BLDC-drevum. - Arbeiða gagnligt og vælskikkað sum partur av einum bólki. - Planleggja og stýra verkætlanir, har hædd verður tikið fyri avmarking í tilfeingi.
Próvtøkuháttur
- Skrivlig frágreiðing. - Munnlig próvtøka, har frágreiðingin skal verjast og aðrar læruúrtøkur verða próvhoyrdar. - Fyri at skeiðið skal standast mugu bæði skrivliga frágreiðingin og munnliga próvtøkan standast hvør sær.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lærubók: upprit, framløgur og databløð og tilfar frá framleiðarum
Ábyrgd
Benadikt Joensen