3167.21 - Innleiðsla í vindorku fyri maskinfrøðingar


Skeiðsnummar
3167.21
Heiti
Innleiðsla í vindorku fyri maskinfrøðingar
ECTS
5
Fortreytir
Maskinmeistaraprógv
Endamál
Tann lesandi far grundleggjandi fatan av: vindorkuframleiðslu, vindmyllum, staklutum á vindturbinum og teirra sín ámillum ávirkan, vind tilfeingi, og hvørji umhvørvisárin vindorka hevur
Innihald
Innleiðsla í veskumekanikk: viðkomandi eginleikar hjá veskum, líkningar fyri orku og massavarðveitslu. Almenn innleiðsla í vindturbinur, rotorar og viðkomandi evni innan aerodynamikk, rakstur av elektromotorum ið eru drivnir av vindi, framleiðslukurvan hjá vindmyllum. Metingar av vindorkuframleiðslu frá parametriskum fordeilingsfunktiónum av vindviðurskiftunum og framleiðslukurvum. Umhvørvislig árin av vindorkuframleiðslu.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og verkætlan. Skeiðið verður undirvíst á enskum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal studenturin duga at: - greiða frá grundleggjandi viðurskiftum frá veskumekanikki ið eru viðkomandi fyri vindorku - greiða frá hvussu vindmyllu rotor verður rikin - greiða frá samspælinum millum rotor og generator - greiða frá hví framleiðslukurvan sær út sum hon ger - meta um árliga framleiðslu grunda á parametriskum fordeilingsfunktiónum av vindviðurskiftunum og framleiðslukurvu - kjakast um hvussu hvussu byrjunarferð og endaferð á framleiðslukurvini ávirka árligu framleiðsluna - greiða frá umhvørvisárinum av eini vindorkuútbygging
Próvtøkuháttur
Frágreiðing frá verkætlan
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lærubók, forrit v.m. eru tøk á Moodle
Ábyrgd
Hans Georg Bayer