University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving
2014 11 Life Of Pix Free Stock Photos Montreal City Construction Man Leeroy

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur tær góðar arbeiðsmøguleikar við verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.

Hví lesa maskinfrøði?

Útbúgvingin gevur tær kunnleika til støddfrøði, náttúruvísindi og tøknifrøði á bachelorstigi og møguleika fyri framhaldandi útbúgving.

Hvat kann eg brúka útbúgvingina til?

Maskinfrøði gevur tær atgongd til víðari lestur á masterstigi, bæði á Setrinum og í útlandinum, umframt nógvar spennandi starvsmøguleikar innan maskinfrøði, bæði á landi og til  sjós. 

Upptøkutreytir

Upptøkutreytin er at hava staðið maskinmeistaraprógv eftir kunngerð nr. 106 frá 15. september 2005; “Støddfrøði 3" ella “Støddfrøði A” skal vera staðið við minst 8 eftir 13-talsstiganum ella 4 eftir 7-talsstiganum.

Aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi kunnu góðtakast eftir nærri meting.

Áðrenn lestrarbyrjan skipar Setrið fyri fyrireikandi skeiði í støddfrøði. Luttøka á skeiðnum er krav fyri umsøkjarar, ið ikki hava staðið Støddfrøði 3 ella Støddfrøði A. Umsøkjarar, ið hava staðið støddfrøði 3 ella A, kunnu luttaka á skeiðnum fyri at fríska upp kunnleikan til støddfrøðina. 

Søk umvegis Vangan

 

Søk her

 

*Serstakt umsóknarblað er fyri hesa útbúgving, so minst til at velja umsóknarblaðið "Verkfrøði - Bachelor upptøka kvota 1 - summarupptøka 2026" fyri kvotu 1 umsókn ella "Verkfrøði - Bachelor upptøka kvota 2 - summarupptøka 2026" fyri kvotu 2. 

Innihald

Innihaldið í útbúgvingini er serliga verkfrøðilærugreinar, sum maskinmeistarin ikki longu hevur havt.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum fulltíðarlestur í 1½ ár ella parttíðarlestur í 2 til 3 ár Flestu skeiðini eru samskipað við útbúgvingina til BSc í verkfrøði. Lestrartíðin er 3½ ár, tá øll skeið frá maskinmeistaraútbúgvingini eru tald uppí.

*Lestrartíðin er 1½ ár við góðskrivaðum skeiðum frá maskinmeistaraútbúgvingini

Framtíðarmøguleikar

Tey, ið hava staðið útbúgvingina, eru før fyri at røkja eitt breitt úrval av verkfrøðiligum størvum bæði á sjógvi og landi.

Útbúgvingin gevur tær góðar starvsmøguleikar innan fyri verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum arbeiðsgevarum.

Tú kanst arbeiða í frálandavinnuni í olju- og gassídnaðinum, og á virkjum á landi, so sum á verksmiðjum, skipasmiðjum og á orku- og brennistøðum, har uppgávurnar ma. kunna fevna um menning, leiðslu, íverksetan, rakstur, viðlíkahald og eftirlit.

 

Framhaldandi útbúgving

Við hesi útbúgvingini í Maskinfrøði kanst tú til dømis halda fram við Master í Dátuvísindum á Setrinum samsvarandi upptøkutreytunum, og til cand.polyt. á DTU. 

 

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Bachelor í maskinfrøði

BSc in Marine Engineering

  • Lestrartíð 1,5 ár eftir maskinmeistaraprógv
  • Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 10
  • ECTS 210 við maskinmeistarapróvnum
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

At geva tí lesandi kunnleika til støddfrøði, náttúruvísindi og tøknifrøði á bachelorstigi og møguleikar á arbeiðsmarknaðinum, umframt møguleikar fyri framhaldandi útbúgving.

Bygnaður

Talvan lýsir samlaðu útbúgvingina, tvs maskinmeistaraútbúgvingina, sum lesandi hava frammanundan, og útbúgvingina í Maskinfrøði

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir, at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Jóhannus Kristmundsson, útbúgvingarleiðara.