Skriva út

B.Sc. í mýlalívsvísindum

Bachelor of Science in Molecular Life Sciences
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Náttúruvísindadeildini (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 12
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum.
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi kunnleika og førleikar til at arbeiða innan mýlalívsvísindi ella halda fram við víðari lestri uttanlands.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroyskum viðurskiftum.
Fyrstu tvey árini hava tær báðar útbúgvingarnar B.Sc. í mýlalívsvísindum og B.Sc. í lívfrøði felags undirvísing.
Tað seinasta árið verða tær báðar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð.

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva 

6. 
lestrarhálva 

Fróðskaparhegni,
vísindaástøði
og etikkur

(7,5 ECTS, aug-des)

Jørð, hav og luft I

(7,5 ECTS, jan-mai)

Lívevnafrøði

(7,5 ECTS, aug-okt)

Arvalæra

(7,5 ECTS, jan-mai)

Eiturvistfrøði og dálking

(7,5 ECTS, aug-okt)

 

Mýlsk starvs-
stovuháttaløg

(7,5 ECTS, jan-feb)

Støddfrøði og
hagfrøði fyri
lívfrøðingar

(7,5 ECTS, aug-des)

Vistfrøði á landi

(7,5 ECTS, jan-mai)

Mýlsk
kyknulív-
frøði I

(7,5 ECTS, okt-des)

Humanfysiologi

(7,5 ECTS, jan-mai) 

Mýlsk kyknulívfrøði II

(7,5 ECTS, aug-okt) 

Bachelor-
verkætlan

(22,5 ECTS, feb-mai)

Plantur og djór í Føroyum

(7,5 ECTS, aug-des)

Almenn og ólívrunnin evnafrøði

(7,5 ECTS, jan-mars)

Havlívfrøði

(7,5 ECTS, aug-okt)

Smáveralívfrøði

(7,5 ECTS, jan-mars) 

Eiturfrøði

(7,5 ECTS, okt-des)

 

Almenn
lívfrøði

(7,5 ECTS, aug-des)

Lívrunnin evnafrøði

(7,5 ECTS, mars-mai)

Rannsóknar-
ætlan og
dátugreining

(7,5 ECTS, okt-des)

Feltskeið í vistfrøði

(7,5 ECTS, mars-mai)

Bioinforma-
tikkur í verki

(7,5 ECTS, okt-des)

 

Innihald

Í útbúgvingini fært tú eina grundleggjandi vitan um lívfrøði, men við høvuðsdenti á mýlalívsvísindi. Útbúgvingin tekur útgangsstøði í og hongur saman við lívfrøðini, sum vit síggja úti í náttúruni og í okkum sjálvum. Við hesi útbúgvingini fært tú eitt grundleggjandi og breitt innlit í mýlalívsvísindi. Tú lærir um, hvussu mýl so sum DNA, RNA og protein virka og samstarva í kyknum, og víðari hvussu kyknur virka og samstarva í organismum. T.d. verður hugt at, hvussu broytingar í DNA kunnu viðføra ílegutengdar sjúkur. Eisini verður undirvíst í, hvussu bakteriur virka, og hvussu tær ávirka okkum, bæði jaliga og neiliga.
Fleiri skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og at fara út í náttúruna.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við:
• alisfrøði á B-stigi
• støddfrøði á B-stigi
• evnafrøði á B-stigi
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaðar starvsmøguleikar í almennari fyrisiting og privatum fyritøkum. Nøkur dømi eru:
• í sjúkrahúsverkinum
• á granskingarstovnum
• sum vísindajournalistur
• í undirvísing

Framhaldandi útbúgving

Sum B.Sc. í mýlalívsvísindum hevur tú eitt gott fakligt grundarlag til framhaldslestur á masterstigi uttanlands.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Náttúruvísindadeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðara, jonrith(at)setur.fo

Serkrav

Alisfrøði á B-stigi, Støddfrøði á B-stigi og evnafrøði á B-stigi.
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum.