Skriva út

Mýlalívsvísindi (2018-2021)

B.Sc. í Bachelor of Science in Molecular Life Sciences
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
  • Tal á Lesandi 8
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum.
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan mýlalívsvísindi ella halda fram við víðari lestri uttanlands.

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva 

6. 
lestrarhálva 

Fróðskaparhegni,
vísindaástøði
og etikkur

Lívrunnin
evnafrøði

Jørð, hav
& luft

Havlívfrøði I

Feltskeið
í vistfrøði

Mýlsk starvs-
stovuháttaløg

Støddfrøði og
hagfrøði fyri
lívfrøðingar

Almenn
lívfrøði II

Mýlsk
kyknulív-
frøði I

Arvalæra

Mýlsk
kyknu-
lívfrøði II

Almenn og
ólívrunnin
evnafrøði

Almenn
lívfrøði III

Vistfrøði
á landi

Rannsóknar-
ætlan og
dátugreining

Eiturfrøði

Bachelor-
verkætlan

Almenn
lívfrøði I

Lívevnafrøði

Smáveru-
lívfrøði

Human-
fysiologi

Bioinforma-
tikkur í verki


Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroyskum viðurskiftum.

Fyrsta hálvtannað árið hava allar tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini felags undirvísing. Tær tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar eru B.Sc í vistfrøði, B.Sc í havlívfrøði og B.Sc í mýlalívsvísindum.

Eftir  hálvtannað ár verða tær tríggjar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð, sum telur 22,5 ECTS. Øll hini skeiðini í útbúgvingini telja 7,5 ECTS.

Innihald

Á hesi lestrarleiðini fært tú eitt grundleggjandi og breitt innlit í mýlalívsvísindi. Tú lærir um hvussu mýl, so sum protein, DNA og RNA samstarva og virka í kyknum, og víðari hvussu kyknur samstarva og virka í organismum. Eisini verður t.d. undirvíst í, hvussu broytingar í  DNA kunnu viðføra ílegutengdar sjúkur.

Tú fært førleikar at avmarka, seta fram og greina spurningar í mýlalívsvísindum. Tú lærir at tulka rá kanningarúrslit og seta tey í eitt fakligt høpi.

Flestu skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og feltarbeiði. Summi skeið verða eisini hildin um summarið.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum- ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd- við í endaliga próvtalinum.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við:

  • alisfrøði á B-stigi
  • støddfrøði á B-stigi
  • evnafrøði á B-stigi

Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaðar starvsmøguleikar í almennari fyrisiting og privatum fyritøkum. Nøkur dømi eru:

  • í sjúkrahúsverkinum
  • á granskingarstovnum
  • sum vísindajournalistur
  • í undirvísing

Framhaldandi útbúgving

Sum B.Sc. í mýlalívsvísindum hevur tú eitt gott fakligt grundarlag til framhaldslestur á masterstigi uttanlands.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl@setur.fo, ella við at venda tær til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðara, jonrith@setur.fo