3527.23 - Havlívfrøði I


Skeiðsnummar
3527.23
Heiti
Havlívfrøði I
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Verða upptikin sum studentur til bachelor útbúgvingina í lívfrøði ella mýlalívsvísindum á Fróðskaparsetri Føroya og fylgja vanligu lestragongdini ella B) Stakskeiðstudentar hava miðnámsskúlapróv við B-stig í støddfrøði og evnafrøði.
Endamál
At studentarnir fáa eina heildarfatan av livandi verum í sjógvi, vøtnum og áum, teirra umhvørvi og teirra vistfrøði. Skeiðið viðger pelagisk og bentisk viðurskifti og víst verða dømi úr Føroyum. Høvuðsdentur verður lagdur á sjógvin.
Innihald
- Pelagiska umhvørvið: Pelagiskar verur, vistfrøði, liviumstøður og abiotiska umhvørvið. - Gróður og ávirkan frá umhvørvinum. - Tillaging og ávirkan millum plantuplankton, djóraplankton og hægri djór. - Sedimentering og ringræsir av lívrunnum og ólívrunnum evnum. - Bentisk vistfrøði og viðurskifti í sedimentum. - Bentisk flora og fauna tillaðing til umhvørvið. - Sínámillum ávirkan ímillum botndjór. - Trofisk viðurskifti: Føðiketur og føðinet, sundirgreiningar í føðsluløg og flutningur av orku ígjøgnum føðsluløgini. - Veðurlags- og mannaávirkan. - Umhvørvið og djóralívið í áum og vøtnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, venjingar og kollokvium
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - Lýsa høvðussløg av plantu- og djóraplankton. - Greiða frá, hvussu abiotiskir faktorar ávirka liviumstøður hjá plantu- og djóraplankton í sjónum, áum og vøtnum. - Greiða frá hvussu plantuplankton og djóraplankton eru lagað til umhvørvið, tey liva í. - Greiða frá bentiskari flora og fauna og teirra tillaging til umhvørvið. - Greiða frá viðurskiftunum á og í botninum, og lýsa bentiska vistfrøði. - Lýsa trofisk viðurskifti og flutning av orku í havinum. - Lýsa, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar og onnur mannaávirkan hava á vistfrøðina í havinum.
Próvtøkuháttur
Skriftlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálpiamboð. Miðal próvtalið fyri innlatingaruppgávurnar skal vera staðið, fyri at farast kann til próvtøku og telur 20% av próvtalinum fyri skeiðið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Biological Oceanography: An Introduction. Carol Lalli and Timothy Parsons (1997), 2 edition. 314 pages. A Butterworth-Heinemann. ISBN-13: 978-0750633840. Basisbog i ferskvands økologi. Sand-Jensen,K., Iversen,T.M. & Lindegaard,C. (1995) 3. ed. G.E.C Gads Forlag. p. 62. ISBN: 87-12-02028-1. (Fæst kopierað á NVD). Ecology of five Faroese lakes: Summary and synthesis. Jeppesen, E., Christoffersen, K., Malmquist, H., Faafeng, B., & Hansson, L-A. 2002. Ann. Soc. Scient. Færoensis. Suppl. 36:126-139. (Fæst kopierað á NVD). Stofomsætning i havbunden.Tema-rapport frá DMU, http://bioold.science.ku.dk/mkuhl/ambio/materials/PBChristensen%20DMUrapport.pdf Plankton í sjónum. Eilif Gaard og Høgni Debes, 2010. (PDF/kopi frá lærarunum). + annað kopierað tilfar
Ábyrgd
Eilif Gaard