3570.23 - Rannsóknarætlan og datagreining


Skeiðsnummar
3570.23
Heiti
Rannsóknarætlan og datagreining
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Verða upptikin sum studentur til bachelor útbúgvingina í lívfrøði ella mýlalívsvísindum á Fróðskaparsetri Føroya og fylgja vanligu lestragongdini ella B) Stakskeiðstudentar hava hóskandi grundarlag í grundleggjandi hagfrøði (3,5 ECTS) svarandi til hagfrøðipartin í 3515 Stødd- og hagfrøði fyri lívfrøðingar.
Endamál
At geva teimum lesandi hagfrøðilig amboð til datagreining og greitt innlit í nýtslu av teimum. Veita vitan um týdning av eini góðari rannsóknarætlan, og at vísa á leiðina frá rannsóknarætlan til datagreining.
Innihald
Hypotesu-orðing. Innsavnan av data. Tilvild. Ymisk snið á royndum. Statistisk styrki. Mátingar. Etikkur. Sannlíkindi. Variablar. Konfidensintervall. P-virði. Statistiskar testir. Modell. Variansanalýsa. Regressiónsanalýsa. Telduforritið R.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, vegleiðing, seminar (fakligir kjakfundir) og bólkaverkætlan
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, er tann lesandi førur fyri at: o Greiða frá týdninginum av at gera eina rannsóknarætlan o Greiða frá týdningunum av tilvild og endurtøkum av royndum, tá ið data verður samla, og at greiða frá hvussu hetta kann ávirka hagfrøðisliga data-analýsu. o Orða týðiligar hypotesur, ið kunnu eftirkannast o Leggja eina ætlan fyri, hvussu innheintað data verða skipað og goymd o Greiða frá møguligum etiskum trupulleikunum, ið kunnu standast av kanningum og rannsóknum o Leggja til rættis og lýsa einfaldar kanningar o Gera eina forkanning har mett verður um besta hátt at leggja eina rannsóknarætlan til rættis o Eftirmeta og endurskoða rannsóknarætlan og forkanning o Loysa grundleggjandi hagfrøðisligar uppgávur í telduforritinum: R o Rokna út statistiska styrki í statistiskum testum o Rokna út konfidensintervall fyri miðaltøl og brot, umframt munir ímillum miðaltøl og brotpartar o Brúka t-testir og aðrar grundleggjandi testir í hagfrøði o Tulka p-virði, og koma fram til rætta niðurstøðu o Fremja variansanalýsu og regressionsanalýsu í verki
Próvtøkuháttur
Endaliga próvtalið hjá teimum lesandi á skeiðinum verður grundað á skrivliga próvroynd og verkætlanaravrik sambært hesum leisti: Skrivlig roynd: 50 % Verkætlan: 50 % Bæði verkætlanin og skrivliga royndin skulu vera góðkendar fyri at standa skeiðið. Verkætlanin verður gjørd í bólkum á 2-3 studentar. Í verkætlanini skulu tvær frágreiðingar skrivast (ein frágreiðing um rannsóknarætlan og ein verkætlanarrapport um dataanalysu), eitt seminar og ein framløga haldast. Øll tey fýra nevndu avrikini eru kravd, og frágreiðingarnar og framløgan mugu vera staðin hvør sær fyri at fáa skeiðið góðkent. Tey lesandi eiga at luttaka virkin á seminarunum. Eitt samlað próvtal verður givið fyri verkætlanina. Hetta próvtal er grundað á metingar av trimum avrikum. Vektirnar á ymsu avrikunum eru sambært niðanfyristandandi býti: Skrivlig frágreiðing um rannsóknarætlan: 20 % Verkætlanarrapport um dataanalysu: 60 % Munnlig framløga av verkætlan: 20 % Próvtøkan er ein 3 tíma skrivlig roynd. Eingi hjálparamboð eru loyvd, burtursæð frá lummaroknara.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á Moodle áðrenn skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anni Djurhuus