3101.23 - Jørð, hav og luft 1


Skeiðsnummar
3101.23
Heiti
Jørð, hav og luft 1
ECTS
7,5
Fortreytir
B-støddfrøði, B-alisfrøði og C-evnafrøði
Endamál
At geva studentunum innleiðslu í fysiska umhvørvið á gongustjørnuni Jørðini frá einum breiðum náttúruvísindaligum sjónarhorni. Hetta verður gjørt við støði í trimum grundleggjandi ástøðum: jarðfrøði, havfrøði og veðurlæru. Dentur verður lagdur á møguligt samspæl millum hesar jarðskipanir, at knýta broytingar til lívfrøðihválvið (biospheruna) - alt frá tímum til jarðfrøðiligt tíðarperspektiv (> 1000 ár). Umhvørvið verður á henda hátt lýst fysiskt, og viðurskifti, háttaløg og máttir verða viðgjørd bæði fyri føstu jørðina, lofthavið og havið. Støði verður tikið í føroyska nærumhvørvinum og studentarnir skulu eisini á fakligar túrar í náttúruni.
Innihald
Partur 1: Jarðfrøði Steinsløg, grótsløg, gosgryti, Føroya jarðfrøði, og landslagið í Føroyum, jørðildi, vatn og grundvatn. Jarðfrøðiligi tíðarásin, steinrenningarfrøði og biostratigrafi. Partur 2: Havfrøði Sjógvur, ljós og ljóð í sjógvi, aldur, streymur, blanding, sjóvarfall, rákið í heimshøvunum, høvini kring Føroyar, føroysku havleiðirnar, Landgrunnurin og firðir. Nomið verður við týdningin av fysisku umstøðunum fyri vistskipanir um okkara leiðir, eins og ávirkanina av subpolara meldrinum. Partur 3: Veðurlæra Høvuðsfokus er at skilja lágtrýstini, sum ferðast fram við Føroyum. Sambandið við jetvindin í erva (5-10 km hædd), og hvussu hetta sterka rák bæði ger og flytur lágtrýstini. Greitt verður frá klima-vísitølum, sum NAO og ENSO, og sambondum millum hesi og broytingar í havvistfrøði. Lyklaorð: Lofthavið, vætan í luftini, lufttrýst og vindar og veðurskipanir.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, uppgávuloysing og kanningarferðir og innlating av skrivligum uppgávum
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: o greiða frá og lýsa grundleggjandi eginleikar hjá grót- og steinsløgum o greiða frá Føroya jarðfrøði, fláarøðini, grót og steinsløgum o greiða frá tæring og hvussu landslagið í Føroyum og jørðildi er blivið til o greiða frá jarðfrøðiliga tíðarásanum og hvussu fysiska umhvørvi og djóralív er í broyting o greiða frá um vatnringrásina og um grundvatni o greiða frá grundleggjandi eginleikunum hjá sjógvi og lýsa stabilitet og lagdeiling og tess týdning fyri gróður o greiða frá sjóvarfalli og sjóvarfallskreftunum o greiða frá stórskala vinddrivna rákinum og termohalina rákinum o greiða frá sjógvi og rákið í føroyskum øki, lýsa rákið á Landgrunninum og firðum og teirra leiklut í vistskipanunum. o greiða frá hita, vætu, trýsti, og stabiliteti í luftsúluni, og lýsa sambandið við skýgerð og sløg av skýggjum o greiða frá strálingsbalansu og høvuðsbygnaðinum í lofthavinum og í globalu luftsirkulasjónini. o Lýsa pólfrontin, sambandið við jetvindin í erva og hvussu hesi viðurskifti ávirka vistfrøðina á og kring føroyska landgrunnin. o greiða frá gerð og útbreiðslu av lágtrýstunum
Próvtøkuháttur
Innlating av trimum skrivligum uppgávum, ið íalt telja 25% av endaliga próvtalinum. Skrivlig próvtøka (4 tímar), ið telur 75% av samlaða próvtalinum. Eingi hjálpiamboð eru loyvd. Skrivligu uppgávurnar telja ikki við í møguligari endurpróvtøku, og próvtalið verður einans grundað á sjálva próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Earth Science 15th Edition (Tarbuck, Lutgens and Tara, 2018) Føroya Jarðfrøði (J. Rasmussen, 2005) Havið (B. Hansen, 2000) Kapitlar 2-9 Veðurlæra (H. Kjølbro)
Ábyrgd
Jónrit Halling