3500.22 - Fróðskaparhegni, vísindaástøði og etikkur


Skeiðsnummar
3500.22
Heiti
Fróðskaparhegni, vísindaástøði og etikkur
ECTS
7,5
Fortreytir
A)Miðnámsprógv og upptikin til heilt bachelor-nám við Fróðskaparsetur Føroya ella B)Miðnámsprógv og upptikin til stakgreinalestur á Fróðskaparsetursins Føroya.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva tí lesandi grundleggjandi vitan um vísindaástøði, viðkomandi heimspekiligar spurningar og háttaløg. Miðað verður somuleiðis ímóti at geva tí lesandi innlit í akademiska argumentatión, fróðskaparhegni og kritiska hugsan.
Innihald
Grundleggjandi vísindaástøði, har dentur verður lagdur á at skilja ímillum vísindarligar stevnur og háttaløg. Hugtøk og spurningar, serliga við atliti til náttúruvísindirnar, verða greina og eyðmerkt. Skilnaður millum vísindi og eitisvísindi verður viðgjørdur. Grundleggjandi etiskar fatanir verða viðgjørdar og knýttar at vísindaetiskum spurningum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum fyrilestrar, samrøður og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, megnar tann lesandi at: • Lýsa og greiða frá grundleggjandi hugsanum og hugtøkum í vísindaástøði og siðalæru eins og seta nevndu í heimspekiliga frásjón. • Greina vísindaligar og/ella siðafrøðiligar próvførslur og virðismeta dygd og gildi teirra. • Greiða frá yvirskipaðum heimspekiligum fatanum eins og greiða frá tulkingum og ávirkanum teirra á náttúruvísindi og siðafrøði. • Vísa á og ásanna heimspekiligar og siðafrøðiligar spurdómar undir lestri, í vísindahøpi, ella í framtíðar yrkishøpi, og greiða frá fylgjunum. • Sammeta og munmeta (kontrastera) sjónarmið og háttaløg (eitt nú dygdarliga og mongdarliga) og undirliggjandi heimspeki teirra á ymiskum vísindaligum fakøkjum, so sum náttúruvísindum, samfelagsvísindum ella hugvísindum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd (5 tímar)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Rollin, BE (2006) Science and Ethics. Cambridge University Press. ISBN 978-0-521-67418-8. Rosenberg, A (2020) Philosophy of Science: A Contemporary Introduction. Routlegde - Taylor & Francis. ISBN: 978-1-138-33151-8. (Fæst eisini sum e-book.) Ískoytistilfar, lagt á Moodle.
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen