3512.23 - Almenn og ólívrunnin evnafrøði


Skeiðsnummar
3512.23
Heiti
Almenn og ólívrunnin evnafrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
B-stig í stødd-, alis- og evnafrøði, ella líknandi støði
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi grundleggjandi innlit í evnafrøðiligar meginreglur, eins og nýtslu av evnafrøði í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.
Innihald
• Støkiometri • Loftevnislógir. • Grundleggjandi termodynamikkur. • Skeiðbundna skipanin. Elektroniskar konfiguratiónir í atomum. • Javnvág og kinetikkur • Sýrur og basar. • Kemiskar bindingar. • Elektroniskar konfiguratiónir í atomum og mýlum. • Colligativir eginleikar. • Ólívrunnin evnafrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, starvstovuvenjingar, bólkaarbeiði og framløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: • Greiða frá uppbyggingini av skeiðbundnu skipanini eins og periodiskari variatión av eginleikum hjá frumevninum. • Greiða frá uppbygging av atomum og mýlum. • Greina idealgasslógina og týdninginum av partialtrýsti. • Nýta grundleggandi termodynamik, eitt nú enthalpi, entropi og fríu orku Gibbs, at greina evnafrøðiligar reaktiónir. • Greiða frá mongdarlutfalli og stilla reaktiónslíkningar. • Greina og skilja ímillum sløg av evnafrøðiligum bindingum. • Lýsa reaktiónsordan, aktiveringsorku fyri evnafrøðiligar tilgongdir eins og ávirkanina av katalýsu. • Greina javnvágskonstant fyri eina reaktión og rokna út javnvágsamanseting. • Rokna út pH í upploysingum av veikum og sterkum sýrum og basum eins og puffaraskipanum. • Rokna út oxidatiónstrin og stilla redoxreaktiónir. • Greiða frá koordinatiónsforbindilsum • Vísa í verki hegni og dugnasemi í starvsstovu, greina og leggja fram um royndarúrslit
Próvtøkuháttur
Fyri at sleppa til skrivligu próvtøkuna: • skulu kravd skrivlig avrik vera innlatin rættstundis og eftirmett og • starvstovuarbeiði verða góðkent Skrivlig 4 tíma roynd. Øll hjálparamboð eru loyvd, t.d. bøkur, uppgávur, notur. Endaligt próvtal er eitt vektað miðaltal av próvtøkukarakteri (75%) og miðalkarakteri av 5 teimum bestu (av 7) innlatnum uppgávum (25%). Endurpróvtøka: Áður góðtikin skrivlig avrik kunnu nýtast.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Chang / Goldsby: General Chemistry The Essential Concepts 7. Edition (International Edition, 2014). ISBN 978-1-259-07376-2 Starvsstovuvegleiðingar verða útflýggjaðar við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Sigurd Christiansen