3513.23 - Lívrunnin evnafrøði


Skeiðsnummar
3513.23
Heiti
Lívrunnin evnafrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Almenn og ólívrunnin evnafrøði ella líkandi
Endamál
At geva teimum lesandi yrkisførleikar til at gera evnafrøðiligar metingar í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.
Innihald
Alisfrøðiligir og evnafrøðiligir eginleikar hjá: Hydrocarbonum, halogeneraðum hydrocarbonum, alkoholum, thiolum, etherarum, aminum, aldehydum, ketonum, carboxylsýrum og teirra derivatum. Evni, sum innihalda blandaðar funktionellar bólkar. Carbohydratir. Lipidir. Proteinir. Nukleinsýrur. Syntetiskar strategiir. Stereoisomeri. Resonansformar. Reaktiónsmekanismur. Spektroskopi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, starvstovuvenjingar, bólkaarbeiði og framløgur.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: • greiða frá funktionellum bólkum eins og umrøða skilvíst alkanir, nomenklatur, strukturar, alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar • umtala skynsamt alkenir, alkynir, nomenklatur, reaktiónir, reakiónsmekanismur, carbocatiónir, resonansformar • siga fróðliga frá um aromatisk evni, alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar eins og greina elektrofilar aromatiskar substitutiónsreaktiónir • greiða frá chiraliteti, optiskum aktiviteti og isomeri • røða skilvíst um alkylhalidir, teirra substitutións- og eliminationsreaktiónir • siga nágreiniliga frá um alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar eins og syntesu av alkoholum, phenolum, etharum, thiolum og sulfidum • greiða frá eginleikum hjá carbonylsamrunum og nucleophilu additiónsreaktiónum teirra • røða um carboxylsýrur, derivatir og polymerir teirra • nýta kunnleika um carbonyl alpha-substitutiónsreaktiónir og kondensatiónreaktiónir • greiða frá strukturum, nomenklaturi, basisiteti og reaktiónum hjá aminum og alkaloidum • nýta nomnan kunnleika um UV, IR, NMR og MS • bólka carbohydratir rætt, og siga nágreiniliga frá stereokemi og reaktiónum teirra. • greiða frá aminosýrustrukturum, peptid-synthesum, proteinstrukturum, enzymum og coenzymum • siga greidliga frá lipidum, nucleotidum, RNA, DNA og PCR • vísa í verki hegni og yrkisatferð í starvsstovu, greina royndarúrslit, skriva greiðar starvsstovufrásagnir og loysa evnafrøðiligar uppgávur.
Próvtøkuháttur
Starvstovuarbeiði skal verða góðkent og kravd skrivlig avrik skulu vera innlatin rættstundis, eftirmett og góðkend fyri at sleppa til próvtøku. Øll hjálparamboð loyvd, t. d. bøkur, uppgávur, uppgávuloysnir, venjingarfrásagnir og notur. Ein 4 tíma roynd, blýant og pappír. Endaligt próvtal er eitt vektað miðaltal av próvtøkukarakteri (75%) og miðalkarakteri av innlatnum uppgávum (25%). Endurpróvtøka: Áður góðtikin skrivlig avrik kunnu nýtast. Endurpróvtøka kann møguliga verða munnlig.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fundamentals of Organic Chemistry, John McMurry, Brooks Cole, Belmont, USA, 7th Edition, (2011), ISBN-13: 978-1-4390-4973-0, pp. 672 Starvsstovuvegleiðingar verða útflýggjaðar við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Sigurd Christiansen