3515.22 - Stødd- og hagfrøði fyri lívfrøðingar


Skeiðsnummar
3515.22
Heiti
Stødd- og hagfrøði fyri lívfrøðingar
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við B-stigi í støddfrøði
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at at studenturin fær vitan um grundleggjandi støddfrøði og hagfrøði og nýtslu av hesum greinum innan lívfrøði.
Innihald
Differenslíkningar. Logistiskur vøkstur og aðrar vakstrarkurvar. Matrisur. Invers matrisa, eginvirði og eginvektorar. Modell fyri aldursbólkar og sløg, rovdýr og fongdýr, kapping, symbiosa. Framrokning og afturrokning við matrisum og eginvektorum. Javnvágir, sveiggj og støðufesti. Hagfrøðilig grundhugtøk. Populatión, sýnistøka, viðgerð og framløga av data. Miðal- og spjaðingarmát. Grundleggjandi sannlíkindahugtøk og sannlíkindabýti. Normal-, binomial- og poissonbýti. Estimatión og konfidensinterval. Statistisk test. Tíddargreining. Korrelatión og einføld regressiónsgreining. Samanbera miðalmát. Uppgávur og venjingar við dømum úr lívfrøðini.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera førur fyri at: • Greiða frá hugtøkunum populatiónsstøddfrøði og differenslíkningar, matrisur og eginvirði, populatión og sýnistøku, sannlíkindi og sannlíkindabýti, estimatión og statistisk test • Vísa á dømi um einføld støddfrøði- og hagfrøði-modell í lívfrøði og greiða frá variablum og parametrum í modellunum. • Gera útrokningar í modellunum og greina úrslitini í einum lívfrøðiligum høpi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar, ið telur 75% í próvtalinum. Hjálparamboð loyvd, tó ikki samskiftisútgerð. Tilsamans seks innlatingar, har fýra tær fyrstu skulu góðkennast, og tvær tær síðstu telja 25% í próvtalinum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Mathematical models in biology – an introduction. E.S. Allman & J.A. Rhopes, 2004. ISBN 978-0-521-52586-2 Introductory Biological Statistics. John E. Havel, Raymond E. Hampton og Scott J. Meiners. 4th Edition, 2019; ISBN 978-1-4786-3818-6
Ábyrgd
Benadikt Joensen