3536.20 - Plantur og djór í Føroyum


Skeiðsnummar
3536.20
Heiti
Plantur og djór í Føroyum
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Upptikin til fult bachelor-nám í lívfrøði við Fróðskaparsetur Føroya ella B) Upptikin til stakgreinalestur á Fróðskaparsetursins Føroya við líknandi fakligum førleikum sum undir A.
Endamál
At veita studentunum (i) fakligan førleika at eyðmerkja føroyskar plantur (umfatandi plantur á landi og tarar í sjónum) og djór (umfatandi súgdjór á landi og í sjónum, fuglar, skordýr, onnur ryggleys djór og liðadjór á landi, í vatni, ella marinum umhvørvi, í fjøruni og stutt útfrá, vanligir fiskar tætt undir landi osfr.) og (ii) kunnleika um grundleggjandi lívfrøði og vistfrøði í samband við nevndu bólkar av lívverum.
Innihald
Føroyskar plantur, fuglar, súgdjór, skordýr og onnur djórasløg, ið eru at síggja veruliga (á felttúrum) og ástøðiliga (í hondbókum og útlutaðum smáritum). Grundleggjandi lívfrøði og vistfrøði hjá hesum bólkum av organismum. Felttúrarnir eru vanliga stuttar dagsferðir (upp til heilan dag) við fokusi á serligar bólkar av organismum, við denti á eyðmerking/afturkenning, and øðrum sløgum av ískoytisupplýsingum Studentarnir skulu skriva eina kravda rapport og gera eina framløgu um úrvald sløg ella bólkar av organismum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Uppgávuloysing. Kravbundnar studentarapportar og framløgur. Skyldubundnir felttúrar.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið megnar tann lesandi at: o Greiða frá í stuttum um hugtøk í samband við slag, systematikk og fylogenetisk trø, eins og hvussu høvuðsbólkar av organismum eru skyldir við hvønn annan. o Staðfesta (uttan handbókanýtslu) meginpartin av fuglasløgum, sum reiðrast í Føroyum ella vitja Føroyar í stórum tali eina ella fleiri árstíðir, eins og vísa í verki eyðmerking av ókendum fugli við at nýta viðkomandi fuglahandbók. o Lýsa flytingarmynstur hjá føroyskum og øðrum fuglasløgum, sum ferðast til og um Føroyar. o Eyðmerkja minst 5 vanlig føroysk búføst fuglasløg ella vanlig ferðafuglasløg av sangi/ljóði teirra. o Eyðmerkja og stutt lýsa vanligastu bólkarnar av land- og feskvatnsliðadjórum (umfatandi skordýr) eins og eyðmerkja nakrar útvaldar lívverur niður á slag-stig í flokkingarskipanini. o Eyðmerkja vanligastu føroysku blómuplantusløgini, grasssløgini og onnur føroysk plantusløg (uttan handbók) eins og nágreina taksonomisku eyðkenni teirra. o Eyðlýsa stutt høvuðsstruktur á plantusløgum, form og funktion teirra, teirra millum ljóssamevning. o Lýsa fyndiga um høvuðsgróðrarsløgini í Føroyum. o Greiða fyndiga frá høvuðseyðkenni og funktión hjá skónum og mosum. o Greiða frá munir millum reyð-, grøn og brúntarar. o Nágreina eyðkenni hjá tarum og stutt lýsa lívfrøði teirra. o Eyðmerkja minst 10 av teimum vanligastu føroysku tarunum. o Flokka høvuðsfiskasløgini í vatni og sjónum tætt við land, og nágreina stutt lívfrøði teirra. o Eyðmerkja høvuðsbólkarnar av lívverum, sum kunnu síggjast við berum eygum, í føroysku fjøruni (so sum krabbadjór, margbustadjór, lindjór og aðrar vanligir skapningar). o Staðfesta øll súgdjór á landi í Føroyum og vanligastu havsúgdjórini í Føroyskum havøki eins og stutt lýsa lívfrøði teirra.
Próvtøkuháttur
Samanseting av: 1) Góðtiknum kravdum venjingaruppgávum, rapportum og framløgum. Kravdar venjingar, rapportir og framløgur mugu vera latnar inn fyri ásetta freist og virðismettar: staðið/ikki-staðið. Øll slík kravd avrik mugu vera eftirmett staðin fyri at sleppa til endaliga próvtøku. og 2) Endaligum próvtøkum, ið umfata praktiska eyðmerking av organismum frá myndum, sýni og/ella ljóði, umframt ástøðiligar spurningar. Partar av próvtøkuni er uttan hjálparamboð, aðrir partar við hjálparamboðum. Endurpróvtøka kann vera munnlig, skrivlig ella bæði. Í samband við endurpróvtøku mugu allar kravdar rapportir og framløgur vera góðtiknar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Stuðulslærubøkur: Anna Maria Fosaa, Eilif Gaard, Jóannes Dalsgarð, Magnus Gaarð: Føroya náttura. Lívføðiligt margfeldi. Føroya Skulabókagrunnur. ISBN: 99918-0-407-2. NA Campbell et al: Biology. A Global Approach. 11th ed. Pearson. ISBN-10: 1-292-17043-3. ISBN-13: 978-1-202-17043-5. Handbøkur: Fuglar: (Viðmælt er) Lars Svensson et al: Fugle i felten. Feltbestemmelse af fuglene i Europa og Middelhavsområdet. ISBN:9788711427491. Fæst frá: naturbutikken.dk. (Annar møguleiki) Søren Sørensen, Dorete Bloch: Fuglar í Norðurhøvum. Føroya Skúlabókagrunnar. ISBN: 99918-0-288-6. Plantur: Jóhannes Jóhansen (& Anna Maria Fosaa, Sigga Rasmussen): Føroysk flora. Føroya Skúlabokagrunnur. ISBN 99918-0-058-1. Útflýggjað tilfar
Ábyrgd
Svein-Ole Mikalsen