3512.20 - Almenn og ólívrunnin evnafrøði


Skeiðsnummar
3512.20
Heiti
Almenn og ólívrunnin evnafrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
B-stig í stødd-, alis- og evnafrøði
Endamál
At geva teimum lesandi gott grundarlag at gera evnafrøðiligar metingar í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.
Innihald
Loftevnislógir. Støkiometri. Grundleggjandi thermodynamikkur. Elektrokemi. Javnvágir. Bindingarteori. Colligativir eginleikar. Kinetikkur. Krystalgittar. Elektroniskar konfiguratiónir í atomum. Kemiskar bindingar. Ólívrunnin evnafrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og starvstovuvenjingar.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o vísa í verki rætta nýtslu av nomnum kunnleika um ideal- og ikki-ideal-gasslógirnar o loysa skilvíst trupulleikar og uppgávur í samband við orkubroytingar i evnafrøðiligum tilgongdum o greiða nágreiniliga frá og nýta thermodynamisku lógirnar o greiða frá skeiðbundnu skipanini og elektron-strukturinum í atomunum o útgreina týdningarmestu evnafrøðiligu eginleikarnar hjá grundevnunum í skeiðbundnu skipanini o greiða frá ymsu formunum av intra- og intermýlskum evnafrøðiligum bindingum o nágreina og skilja millum ymsar krystallstrukturar o gera rættar útrokningar í samband við ymisk konsentratiónshugtøk o greiða nágreiniliga frá um colligativar eginleikar so sum damptrýstlækking, kókipunktshækking, frystipunktslækking og osmotiskt trýst o loysa rætt ymsar uppgávur í samband við evnafrøðiligan kinetikk og evnafrøðiliga javnvág o greiða nágreiniliga frá og nýta nomna vitsku um sýrur, basur, sýru-basu-javnvág og upploysingarjavnvág o loysa rætt grundleggjandi elektrokemiskar uppgávur o lýsa stutt eginleikarnar hjá porphyrin í hemoglobin og cisplatin i livandi verum o greiða frá náttúrligum radioaktiviteti og tíðarfesting grundað á umgerð av radioaktivum isotopum o vísa í verki hegni og dugnasemi í starvsstovu, greina royndarúrslit, skriva greiðar starvsstovufrásagnir og loysa evnafrøðiligar uppgávur.
Próvtøkuháttur
Kravd skrivlig avrik skulu vera innlatin rættstundis, eftirmett og góðkend fyri at sleppa til próvtøku. Øll hjálparamboð eru loyvd, t. d. bøkur, uppgávur, venjingarfrásagnir, notur. Áður góðtikin skrivlig avrik kunnu nýtast til endurroynd. Skrivlig 4 tíma roynd, blýant og pappír. Próvúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Endaligt próvtal er eitt vektað miðaltal av próvtøkukarakteri (75%) og miðalkarakteri av innlatnum uppgávum (25).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Raymond Chang: General Chemistry the Essential Concepts 6. Edition (2011). ISBN 978-007-131368-1, pp.779 Preben Hartmann-Petersen: Almen, uorganisk og organisk kemi. 7. útgáva (1999). ISBN 87-502-0963-9, pp 396 (ljóstak verða handað). Starvsstovuvegleiðingar verða útflýggjaðar.
Ábyrgd
Hóraldur Joensen