3513.20 - Lívrunnin evnafrøði


Skeiðsnummar
3513.20
Heiti
Lívrunnin evnafrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Almenn & ólívrunnin evnafrøði
Endamál
At geva teimum lesandi yrkisførleikar til at gera evnafrøðiligar metingar í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.
Innihald
Alisfrøðiligir og evnafrøðiligir eginleikar hjá: Hydrocarbonum, halogeneraðum hydrocarbonum, alkoholum, thiolum, etherarum, aminum, aldehydum, ketonum, carboxylsýrum og teirra derivatum. Evni, sum innihalda blandaðar funktionellar bólkar. Carbohydratir. Lipidir. Proteinir. Nukleinsýrur. Syntetiskar strategiir. Stereoisomeri. Resonansformar. Reaktiónsmekanismur. Spektroskopi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og starvsstovuvenjingar.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o greiða frá funktionellum bólkum eins og umrøða skilvíst alkanir, nomenklatur, strukturar, alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar o umtala skynsamt alkenir, alkynir, nomenklatur, reaktiónir, reakiónsmekanismur, carbocatiónir, resonansformar o siga fródliga frá um aromatisk evni, alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar eins og greina elektrofilar aromatiskar substitutiónsreaktiónir o greiða frá chiraliteti, optiskum aktiviteti og isomeri o røða skilvíst um alkylhalidir, teirra substitutións- og eliminationsreaktiónir o siga nágreiniliga frá um alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar eins og synthesu av alkoholum, phenolum, etharum, thiolum og sulfidum o greiða frá eginleikum hjá carbonylsamrunum og nucleophilu additiónsreaktiónum teirra o røða um carboxylsýrur, derivatir og polymerir teirra o nýta kunnleika um carbonyl alpha-substitutiónsreaktiónir og kondensatiónreaktiónir o greiða frá strukturum, nomenklaturi, basisiteti og reaktiónum hjá aminum og alkaloidum o nýta nomnan kunnleika um UV, IR, NMR og MS o bólka carbohydratir rætt, og siga nágreiniliga frá stereokemi og reaktiónum teirra. o greiða frá aminosýrustrukturum, peptid-synthesum, proteinstrukturum, enzymum og coenzymum o siga greidliga frá lipidum, nucleotidum, RNA, DNA og PCR o vísa í verki hegni og yrkisatferð í starvsstovu, greina royndarúrslit, skriva greiðar starvsstovufrásagnir og loysa evnafrøðiligar uppgávur.
Próvtøkuháttur
Kravd skrivlig avrik skulu vera innlatin rættstundis, eftirmett og góðkend fyri at sleppa til próvtøku. Øll hjálparamboð loyvd, t. d. bøkur, uppgávur, uppgávuloysnir venjingarfrásagnir og notur. Áður góðtikin skrivlig avrik kunnu nýtast til endurroynd. Ein 4 tíma roynd, blýant og pappír. Próvúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Endaliga próvtalið er eitt vektað miðaltal av próvtøkukarakterinum (75%) og miðalkarakterinum av innlatnum uppgávum (25).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fundamentals of Organic Chemistry, John McMurry, Brooks Cole, Belmont, USA, 7th edition, (2011), ISBN-13: 978-1-4390-4973-0, pp. 672 Starvsstovuvegleiðingar verða útflýggjaðar.
Ábyrgd
Hóraldur Joensen