3514.21 - Lívevnafrøði


Skeiðsnummar
3514.21
Heiti
Lívevnafrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Verða upptikin sum studentur til bachelor útbúgvingina í lívfrøði á Fróðskaparseturi Føroya og fylgja vanligu lestragongdini ella B) Stakskeiðstudentar hava hóskandi grundarlag í almennari og lívrunnari evnafrøði, svarandi til: 3512 Almenn og ólívrunnin evnafrøði; 3513 Lívrunnin evnafrøði.
Endamál
At veita studentunum vitan um: lívfrøðilig mýl (strukturar, funktiónir og virkishættir), grundleggjandi metaboliskar reaktiónsleiðir og grundarlagið undir mýlskari lívfrøði, eins og greiða fatan av lívevnafrøði í lívverum.
Innihald
Lívfrøðilig mýl og bindingar; pH; vatnloysandi og vatnskýggjandi eginleikar; thermodynamikkur (frí orka, enthalpi, entropi); proteinir og proteinstrukturar ; lipidir og membranar; carbohydratir; nukleinsýrur og strukturar teirra; coenzymir; enzymir; enzymkinetikkur og inhibering; glycolysa og gluconeogenesa; ß-oxidatíon og fitisýrusynthesa; citrónsýrucyklus; elektróntransportketan og oxidativ fosforylering; DNA replikatión; transkriptión; proteinsynthesa. Starvsstovuvenjingar: Enzymkinetikkur og PCR (polymerase chain reaction). Smáar sýnisroyndir.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning. Starvsstovuvenjingar (møtiskylda) og innlating av starvsstovufrásagnum (skulu latast inn og góðkennast).
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið er studenturin førur fyri at: 1. Lýsa evnafrøðiliga grundarlagið undir lívi. 2. Lýsa evnafrøðiligu og lívfrøðiligu eginleikarnar og virki hjá høvuðsbólkunum av lívfrøðiligum mýlum (hjá einmýlum eins og fjølmýlum). 3. Einfalt at lýsa sambandið millum orku og evnaskifti øðrumegin, og termodynamikk hinumegin; og grundgeva sambandið við termodynamiskum líkningum. 4. Greiða frá eginleikum (polariteti, hydrongenbondum, pH) hjá vatni, og hví hesir eru týðandi fyri lív. 5. Nágreina í ávisan mun uppbygging og virki hjá DNA og RNA. 6. Greiða frá sambandinum millum ílegur og protein. 7. Greiða frá uppbyggingina av DNA. 8. Lýsa replicatión av DNA og greiða frá, hvussu hon er tengd at uppbyggingini av DNA. 9. Greiða frá og vísa hvussu kunnleiki um strukturin av DNA kan verða nýttur í samband við margfalding av DNA í starvsstovum (PCR). 10. Lýsa eginleikarnar av vanligastu sekunderu strukturunum av peptid ketum, og hvussu sekunderu strukturarnir eru avgerandi fyri eginleikar, skipan og funktión av heilum proteinum. 11. Greiða frá hvussu enzymir virka og hvussu aminosýrur á katalytisku støðum luttaka í vanligastu katalytisku mekanismunum. 12. Avgera við støddfrøðiligum og grafiskum hættum tey einfaldastu sløgini av enzym-inhibering, og umtala og nágreina einfaldar enzymatiskar støddfrøðiligar parametrar (KM, Vmax, kcat osfr). 13. Útgreina nakrar av meginleiðunum fyri evnabroyting (glycolysa, gluconeogenesa, citrónsýruleiðina, oxidativa phosphorylering og elektronflutningsketuna, fitisýruoxidatión, fitisýrusynthesa, lýsa hvussu hesar leiðir eru sambundnar, og hvussu organismurnar fáa evnafrøðiliga orku frá cataboliskum reaktiónsleiðum. 14. Lýsa hvussu RNA er framleitt frá DNA. 15. Greiða frá hvussu mRNA verður translaterað til proteinir (lyklaorð: genetisk coda, ribosomir, rRNA, tRNA, mRNA).
Próvtøkuháttur
Sameining av 1) góðtiknum starvsstovufrásagnum og 2) virðismettum skrivligum próvtøkuavrikum. 1) Tær kravdu starvsstovufrásagnirnar mugu verða innlatnar fyri ásetta tíðarfreist. Uppgávuvenjingarnar og frásagnirnar skulu vera góðtiknar (ikki próvtalsmettar) av kennaranum. 2) Skrivlig próvtøka í fýra timar. Eingin hjálparamboð, tó lummaroknari er loyvdur. Góðkendar starvsstovufrásagnir skulu ikki skrivast av nýggjum í samband við endurroynd ella skeiðslestur á ørðum sinni
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Pratt′s Essential Biochemistry. Global Edition. Charlotte W. Pratt and Kathleen Cornely. Wiley 4th edition (27 Mar. 2018) ISBN-13: ‎ 978-1119451129
Ábyrgd
Jónrit Halling