3516.22 - Arvalæra


Skeiðsnummar
3516.22
Heiti
Arvalæra
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Verða upptikin sum studentur til bachelor útbúgvingina í lívfrøði á Fróðskaparseturi Føroya og fylgja vanligu lestragongdini ella B) Stakskeiðstudentar hava hóskandi grundarlag í almennari og lívrunnari evnafrøði eins og lívevnafrøði svarandi til: 3512 Almenn og ólívrunnin evnafrøði; 3513 Lívrunnin evnafrøði; 3514 Lívevnafrøði; 3518 Kyknu- og mýlsk lívfrøði.
Endamál
Skeiðið veitir tí lesandi grundleggjandi vitan um klassiska og mýlisarvalæru, harímillum kunnleika um ílegutilgongdir og um arvaligar og fingnar ílegusjúkur.
Innihald
Mendelsk arvalæra. Kromosom og atferð kromosomanna. Køking og kortlegging av kromosomum. Smáveruarvalæra. Ílegustýring. RNA umritan. Ílegumeingislæra (genomikkur) og ílegutøkni. Menning og differentiering. Mutatiónir og umvæling av DNA. Arvaligar og fingnar ílegusjúkur. Mýlismenning. Stovnsarvalæra. Samansettur arvur. Starvsstovuvenjing: Hæmoglobinílegur og expressión teirra í toski. Venjingin verður fyriskipað sum ein minni granskingarverkætlan, har fyrsti parturin snýr seg um at savna og greina sekvensar, sum eru lýstir í dátugrunnum, og út frá hesum verður ætlan løgd fyri mannagongdina í næsta parti. Í næsta parti verða blóðroyndir frá toski uppreinsaðar og umgjørdar til cDNA og gDNA, sekvensar margfaldaðir við PCR, og harvið DNA-sekvensar fingnir. Tey lesandi skulu luttaka í bæði ástøðiliga og virkisliga partinum av venjingini. Frágreiðingin skal skipast sum ein vísindalig grein.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Loysa uppgávur. Kjak. Ástøðiligt arbeiði at savna og greina sekvensar frá dátugrunnum við bioinformatiskum forritum og at nýta hesar sum grundarlag undir framhaldandi starvsstovuvirksemi. Starvsstovugransking og eftirfylgjandi greining av úrslitum við lívupplýsindisforritum. Skriva starvsstovufrágreiðingar.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið er tann lesandi før(ur) fyri at: 1. Lýsa við dømum, hvussu mutatiónir kunnu føra til ílegu-/arvaligar sjúkur, og hvussu hesar sjúkur ganga í arv. 2. Lýsa við dømum, hvussu somatiskar mutatiónir kunnu føra til ílegusjúku, ið ikki er arvalig. 3. Greiða frá mendelskari arvalæru og lýsa, hvussu genotypisk og fenotypisk eyðkenni bera seg at sambært arvalógum Mendels, harímillum greiða frá fyribrigdinum epistasis. 4. Lýsa kromosom- og kromatinbygnað og lýsa, hvussu kromosom bera seg at undir mitosu og meiosu og avleiðingarnar av hesum atferðum. Lýsa kromosomumskipan, og hvussu kromosomfrábrigdi taka seg upp. 5. Greiða frá (i) meginreglunum handan ílegukøking og ílegukortlegging og (ii) mýlistilgongdum og -eginleikum hesum viðvíkjandi. 6. Lýsa eginleikar og sereyðkenni innan bakteriuarvalæru og greiða frá, hví hesi fyribrigdi eru viðkomandi fyri menniskju. 7. Lýsa mýlismekanismur, ið viðvíkja stýring av íleguexpressiónum, bæði undir og eftir umritan, harímillum epigenetisku mekanismurnar, ið ávirka stýringina. 8. Veita eitt yvirlit yvir hættir, ið kunnu nýtast at greina ílegur og ílegumeingi (serliga sekventering), og greiða frá, hvussu hesir hættir hava givið okkum vitan um menning hjá farnum lívsformum og teirra uppruna. 9. Greiða frá og lýsa ílegutilgongdir, ið viðvíkja evolutión av lívverum. 10. Lýsa ymisk sløg av mutatiónum eins og tilgongdir og mekanismur, ið føra til hesar; avleiðingar teirra; og hvussu mutatiónir kunnu umvælast. 11. Greiða frá íleguorsøkunum til at krabbakyknur ikki virka sambært kyknuringrásskipanini og haravfylgjandi virkisólagi. 12. Greiða frá meginreglum í stovnsarvafrøði, menningarsambondum millum ymisk ættarsløg, menningarsambondum millum ílegur, útrokning av úrveljingartrýsti (Ka/Ks) og útrokning av allele-títtleikum (Hardy-Weinberg meginreglan). Studenturin skal vera før/ur fyri at rokna hetta síðstnevnda. 13. Greiða frá nøkrum grundreglum handan samansettan arv. 14. Nýta nøkur grundleggjandi bioinformatisk forrit: t.e. leita eftir sekvensum í dátugrunnum við nøvnum og atgongdartølum ella accessiónstølum, nýta forritið Blast til at leita eftir líknandi ílegum og raðsammetingarritbúnað (alignment-tól) til at gera beinleiðis samanberingar av sekvensum. 15. Nýta vísindaligan skrivihátt til at skriva starvsstovufrágreiðing skipa sum ein vísindalig grein. 16. Sambinda og samanseta vitan frá ymiskum pørtum av hesari lestrarætlan. 17. Sambinda og samanseta vitan í hesari lestrarætlan við ta í undanfarnum lestrarætlanum, serliga í skeiðunum lívevnafrøði og kyknulæra.
Próvtøkuháttur
Ein samanseting av 1) kravdari starvsstovufrásøgn, ið er eftirmett og góðkend, og 2) skrivligari roynd, ið er próvdømd. 1) Kravda frágreiðingin av starvsstovuvenjingini, skrivað sum ein náttúruvísindalig grein, skal verða latin inn fyri ásettu freistina. Kennarin próvdømir frágreiðingina, og próvtalið telur 25%. 2) Skrivliga royndin, ið varir fýra tímar, verður próvdømd av uttanhýsis próvdómara. Eingi hjálpitól eru loyvd uttan roknimaskina. Um so er, at studenturin skal til endurpróvtøku, skal frágreiðingin verða góðkend, men annars telur hetta próvtal ikki við í ásetingini av endaliga próvtalinum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
DL Hartl: Essential Genetics and Genomics. 7 ed. Jones and Bartlett Publishers 2018. ISBN: 978-1-284-15245-6. Útflýggjaðar vegleiðingar til starvsstovuvirksemi. Náttúruvísindaligar greinar.
Ábyrgd
Svein-Ole Mikalsen