3518.21 - Mýlsk kyknulívfrøði I


Skeiðsnummar
3518.21
Heiti
Mýlsk kyknulívfrøði I
ECTS
7,5
Fortreytir
A) Verða upptikin sum studentur til bachelor útbúgvingina í lívfrøði á Fróðskaparseturi Føroya og fylgja vanligu lestragongdini ella B) Stakskeiðstudentar hava hóskandi grundarlag í lívfrøði, almennari og lívrunnari evnafrøði eins og lívevnafrøði svarandi til: 3537 Almenn lívfrøði, 3512 Almenn og ólívrunnin evnafrøði; 3513 Lívrunnin evnafrøði; 3514 Lívevnafrøði.
Endamál
At veita studentunum kunnleika um kyknustruktur og starvshátt, kyknugøgn, vøkstur og kyknuringrás eins og sínámillumávirkan millum kyknur og mýl.
Innihald
Kyknubygnaður. Uppbygging og starvsháttur hjá kyknugøgnum. Funktión hjá DNA, RNA og proteinum. Ílegu-expression. Innankyknuflutningur. Innakyknu- og millumkyknusamskifti: hormonir, vakstrarfaktorar, signaltransduktión. Genom. Kyknuringrás og kyknubýting. Lívmenning. Skipan av vevnaðum. Rótkyknur. Krabbamein. Frágreiðing um starvsstovuroyndir við kyknudyrkan, berkandi kyknutilgongdir og háttaløg í kyknulívfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Uppgávurokning. Orðaskifti. Studentaframløgur. Summir setningar eru skyldubundnir.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið er studenturin førur fyri at: 1. Lýsa bygnaðin av eukaryotum kyknum og tey mest týðandi kyknugøgnini. 2. Greiða frá og viðgera týdningarmestu virksemini í høvuðskyknugøgnunum. 3. Umtala regulering av proteinum, chromatin-strukturum og gen-expressión. 4. Lýsa nágreiniliga høvuðspartar av kyknuskrokki og samanseting teirra. 5. Geva eitt grundleggjandi yvirlit yvir háttaløg nýtt til analýsu av ílegum og genomum. 6. Greiða frá kanningarháttum og tólum at granska kyknuskrokkar, nøkur kyknugøgn í kyknuhinnum, ferðslurás teirra, og grundleggjandi ástøðiliga bakstøðið undir háttaløgunum (eitt nú: fluorglógvan ella andevni). 7. Viðgera stigvísar broytingar av ílegum og genomum á grundstigi. 8. Greiða frá strukturum, virksemi og partum av kyknuhinnum, umfatandi flutning av mýlum og ionum yvir kyknuhinnur og týdningin av slíkum flutningi í kyknu-homeostasu og nervasignallering. 9. Umtala og bólka kyknusignaleringsrásir umfatandi flutning av stimulus yvir um kyknuhinnu og hvussu hesin stimulus breiðir seg til sín effector, verið tað seg eitt enzym, ella ein ella fleiri ílegur. 10. Røða um og nágreina allar partar í kyknuringrásini umfatandi vakstrarbýting; geva eitt grundleggjandi yvirlit yvir tær regulatorisku mekanismurnar í ringrásini, og mekanismuna fyri kontrolleraðan kyknudeyða. 11. Útgreina tvey høvuðssløg av vevnaði (bindivevnaður og yvirflatuvevnaður), hugtakið: kyknufelagsskapur og samskipan (eitt nú samskifti og samvøkstur millum kyknur), og vísa hvussu rótkyknur varðveita og endurnýggja vevna. 12. Munmeta krabbakyknur og vanligar kyknur, og vísa hvussu krabbakyknur bera seg at og ólýdni teirra móti reglum rættvorðnum kyknusamfelagi. 13. Sambinda og samanseta vitan frá ymskum pørtum av verandi námsskrá. 14. Sambinda og samanseta vitan frá verandi námsskrá og øðrum lestrarætlanum, serliga lívevnafrøði.
Próvtøkuháttur
Sameining av 1) góðtiknum kravdum setningum og 2) próvmett skrivlig próvtøka. 1) Teir kravdu setningarnir (framløgur, uppgávuloysing osfr.) mugu verða innlatnir fyri ásetta tíðarfreist. Avrikini skulu vera góðtikin (ikki próvtalsmett) av kennaranum fyri próvtøku. 2) Skrivlig próvtøka í fýra timar. Eingin hjálparamboð, tó er lummaroknari loyvdur. Teldur eru ikki loyvdar. Um Wiseflow verðut brúkt, brúkar studenturin sína eygna teldu, sum annars er stongd. Skeiðskrøvini eru ikki nøktað fyrrenn allir kravdir setningar eru góðkend. Tá kravdu avrikini einaferð eru góðkend, so eru hesi eisini galdandi og nýtilig í møguligari endurpróvtøku. Tað er ikki møguligt at fara til endurroynd, fyrr enn allir kravdir setningar eru góðkendir. Endurroynd fer vanliga fram sum lýst í 2). Ein undanroynd kann verða gjørd (hetta er ein royndarpróvtøka sum verður dømd innanhýsis) við tí endamálið at meta um møguleikan hjá teimum lesandi at standa eina møguliga endurroynd. Út frá hesum kann støða takast til um skipast skal fyri endurroynd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bruce Alberts et al. Essential Cell Biology 5th Ed (International Student Edition). WW Norton & Company, 2019. Lin perma: ISBN-13: 978-0-393-68039-3. ISBN-10: 0393680398. Ebook: ISBN: 978-0-393-69109-2. Útflýggjað tilfar.
Ábyrgd
Svein-Ole Mikalsen