3526.17 - Vistfrøði á landi


Skeiðsnummar
3526.17
Heiti
Vistfrøði á landi
ECTS
7,5
Fortreytir
Til stakgreinalestur krevjast fakini “Almenn lívfrøði I”, II og III.
Endamál
At geva teimum lesandi ein grundleggjandi kunnleika um samanspælið ímillum populatiónir í plantu- og dýrasamfeløgum á landi, herundir evni sum t.d. serkenni og samspæl í og ímillum populatónir og tann týðningin hetta hevur fyri bygnað, virki og dynamikkin í vistskipanini.
Innihald
Mold, ljós, klima, populations samanseting og vøkstur, succession, lívshættir, útbreiðsla og fjøldbroytni, rúmlig og trofisk, vøkstur og reproduction, skipan, kapping, plantu- og dýrasamfeløg, oyggjabiogeografi, oyggjar sum vistfrøðilig royndarøki og viðlíkahald av náttúruni.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar,venjingar, multiple-choice uppgávur og innlatingar av skrivligum uppgávum.
Læruúrtøka
Eftir skeiðið, skal studenturin duga at: • At gera Lív-talvur og við støði í hesum,áseta demografiskar parametrar. • Meta um, hvussu populatiónin og livihátturin verður ávirkaður av lív-talvu parametrunum. • Gera forsagnir um populatiónsvøkstur og kanna hvønn týdning samspælið millum verur hevur á vøksturin, bæði tá talan er um individ av sama slagi og ymisk sløgum, t.d. kapping og predatión. • Geva eina grundleggjandi lýsing av eginleikunum hjá mold og hvussu moldin er vorið til. • Lýsa, hvussu organiskt tilfar verður bygt upp og niðurbrotið, og hvussu føðslusøltini ferðast í ring og verða endurnýtt. • Lýsa bygnað og virknaðin eini vistskipan. • Lýsa og seta tøl á flutningin millum ymisku liðini í vistskipanini. • Nýta hugtøkini “bottom-up”, “top-down” og trofiskur flutningur. • Byggja mopdell, sum vísa hvussu orka og kemisk evnir verða førd runt í vistskipanini. • Við støði í teoretiskum modellum, at meta um og kjakast um vistfrøðilig evni og meta um útlitini hjá populatiónuni. • Kjakast um árinið, sum menniskjaskaptir faktorar hava á veðurlagsbroytingar og hvussu stabil vistskipanum er.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er samansett av trimum pørtum: 1) Skrivlig prøvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð. Hendan telur 75% av samlaða próvtalinum. 2) Innlatingaruppgávur, har próvtøl verða givin fyri hvørja innlating. Fyri uppgávur, sum IKKI verða latnar inn, verður givið lægsta próvtal (-3). Miðal av próvtølum fyri innlatingarnar telur 15% av samlaða próvtalinum. 3) Multiple-Choice uppgávur: Partarnir omanfyri telja 90% av samlaða próvtalinum. Tey seinastu 10% koma frá “Multiple –Choice-uppgávum” (Quiz), sum skulu svarast áðrenn hvønn undirvísingardag. Fyri hvørt av hesum “Multiple –Choice-uppgávusettunum” fær studenturin 10/13% (t.e. 0,769%), um 60% ella meira av svarunum eru røtt. Uppgávusettini við tveimum teimum vánaligastu úrslitunum telja ikki við í próvtalinum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Elements of Ecology, Thomas M. Smith & Robert Leo Smith. (2014). Benjamin Cummings. 9 ed. 704 síður. ISBN-13: 978-0321934185.
Ábyrgd
Eyðfinn Magnussen